– Helli eitt sindur meira til Neistan

Í annaðkvøld bresta H71 og Neistin saman í fyrru finaluni í FM hjá monnum. Rás2 sigur frá dystinum, ið byrjar klokkan 20. Dysturin verður leiktur á Hálsi og viðmerkjari verður Teitur Joensen. Í hesum sambandi hevur hann svarað nøkrum spurningum um dystirnar.

 

Hann hevur rættiliga ilt at meta um ein favoritt til mansfinaluna í ár. Tó eru nakrir faktorar, sum gera, at hann hellir eitt lítið sindur meira til Neistan. Hann nevnir at ein av stóru profilunum hjá hoyvíkingum, Hilmar Leon Jakobsen, ikki verður við.

 

– Harafturat ljóðar, at Pætur Thomsen er meira enn bara vanliga ivasamur, samstundis sum aðrir leikarar á liðnum hava verið skaðadarvaðir í seinastuni. Leikarar sum Sigmundur Dahl og Rúni Vest Højgaard. Tað, at H71 manglar onkrar profilar, meðan fleiri hava verið darvaðir av skaða, er uttan iva ein fyrimunur hjá Neistanum, sigur Teitur Joensen.

 

Hann nevnir eisini, at Teis Horn Rasmussen ikki verður tøkur hjá Neistanum, men teir hava spælt uttan hann ein stóran part av árinum, og eru tískil meiri fyrireikaðir til tað.

 

Hann heldur tað ikki vera ósannlíkt, at vit fáa triðju finaluna eisini. - Liðini eru ómetaliga tøtt, so tað kann skjótt henda, at tey vinna hvør sín dyst. Tað kann enntá henda, at tær báðar fyrstu finalurnar enda við javnleiki, heldur viðmerkjarin.

 

Annars væntar hann tvær harðar og fysiskar finalur, har verjurnar koma at hava stóran týdning. 

 

– Hetta eru bæði tvey lið við sera góðum verjum, so eg trúgvi, at hesin parturin av spælinum verður avgerandi.

 

Spurdur um hvør leikari kemur at vera mest avgerandi, hevur hann fleiri boð. - Nicholas Satchwell verður avgerandi. Talan er um ein fantastiskan málmann, sum kann avgera dystir, og tað vænti eg væl, at hann kann gera í hesum báðum finalum eisini, sigur hann. Eisini nevnir hann Rasmus Søby, sum man teljast millum bestu skjúttarnir vit hava í Føroyum. Eisini er hann sera sterkur í verjuni.

 

Hjá H71 er eisini ein høgri bakkur sum er millum teir størstu profilarnar. Talan er um Peter Krogh, sum Teitur Joensen metir fer at fáa enn størri týdining í finalunum, nú Hilmar Leon Jakobsen ikki verður við.

 

– Harafturat havi eg ein fidus til Mark Marcher. Mark er skilagóður spælskipari, sum eisini er farligur sjálvur. Tað er lítið at ivast í, at Neistin kemur at hava stórt fokus á Peter Krogh í verjustøðu, og hetta kemur at geva pláss til sterku standandi skotini hjá Mark. Fær hann tey at rigga, so kann hann blíva avgerandi, sigur KÍF-arin at enda.