Helmar aftur høvuðsleikari

2. deild

Klaksvíkingar drógu leygardagin longra stráðið, tá ið teir næstbestu úr Vági vitjaðu teir næstbestu hjá KÍ.
Línuskipið Jákup B hevur síðstu mánaðirnar ligið á Klaksvík og skifti brúgv. Tað kunnu teir á 2. deildarliðnum hjá KÍ vera fegnir um. Helmar Lassen siglir við Jákup B, men nú skipið liggur, hevur hann havt møguleikan at vísa síni fótbóltsevni.
Helmar hevur síðstu vikurnar skorað fleiri mál, og leygardagin skoraði hann tvær ferðir. Dysturin var ikki serliga væl spældur, men tað vóru málmøguleikar báðar vegir.
Helmar legði í 1. hálvleiki KÍ framum, tá ið hann var fyrstur á leysum bólti í brotsteiginum, eftir at verjuspælari hevði roynt at steðga innleggi úr høgru.
Undan hvíldini fekk KÍ gyltan møguleika at avgera. Í tvídysti millum Eyðun Kjærbo og Olgar Danielsen kom Eyðun eitt sindur skeivt fyri, nýtti sum aftasti maður hondina, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki og vísti verjuspælaranum av vøllinum. Olgar Danielsen misnýtti møguleikan úr ellivu metrum.
Eftir steðgin eydnaðist tað undirmannaða VB at javna. Innleggið kom úr vinstru, og Jón Pauli Olsen møtti bóltinum sera hegnisliga og stýrdi við innaru síðuni framvið KÍ málverjanum.
Sjálvandi hevi KÍ bóltin størsta partin av tíðini í 2. hálvleiki, men tað var alla tíðina spennandi. Miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Helmar Lassen bóltin inn um VB spælararnar, sum ikki gravaðu seg niður, hóast teir vóru undirmannaðir. Helmar setti framvið Finnboga Olsen, og harvið vóru stigini í Klaksvík.
Næstu ferð skal KÍ til Sandoyar, meðan VB sleppur frá at fara norður um fjørðin. Teir fáa vitjan av Tvøroyri.

KÍ?VB 2?1 (1?0)
1?0: Helmar Lassen
1?1: Jón Pauli Olsen
2?1: Helmar Lassen
Reytt kort: Eyðun Kjærbo