Í Sunda kommunu eru tey ógvuliga væl nøgd við nýggja skúlan og ítróttarhøllina á Oyrarbakka, sum tey tóku í nýtslu fyri góðum ári síðan.
Kommunan eigur nú nútímans skúla og eina fantastiska ítróttarhøll, sum geva borgarum í kommununi og øðrum bestu karmar. Sunda kommuna og Eiðis kommuna samstarva eitt nú um framhaldsdeild, og her er samstarv bæði innan fótbólt og hondbólt.
Hondbólturin í Sundalagnum hevur verið í stórari menning seinnu árini, har kvinnurnar í EB, sum leikarar í Sunda kommunu eisini eru partur av, fyri fyrstu ferð í mong ár leika í bestu deildini í vetur.
Í dag hevur hondbólturin eisini vunnið sær fyrstu stigini í deildini. Hetta hendi, tá EB í kvøld vann 26-22 á kvinnunum hjá VB á Eiðinum í Vági.
Nógvir ítróttaraktivitetir eru í nýggju ítróttarhøllini á Oyrarbakka, sum er fult bookað í vetrarhálvuni.
Skúlin og ítróttarhøllin eru ein íløga á umleið 125 miljónir krónur, men longu nú er helmingurin av íløguni niðurgoldin, soleiðis at skuldin fyri hesa stóru byggiverkætlan í dag liggur um 60 miljónir krónur.
Ein onnur íløga hjá Sunda kommunu verður at gera venjingarmiðstøðina við Margáir lidna. Miðstøðin verður í niðara parti av nýggja partinum av ítróttarhúsinum. Kommunan hevur boðið raksturin av venjingarmiðstøðini út, og her er avtala gjørd við Burn, sum fer at reka virksemið.
Hølini, har venjingarmiðstøðin verður, eru rá, og áðrenn tilboðið kann fremjast í verki, skulu hølini innrættast, og wc-og brúsufasilitetir skulu gerast. Hetta arbeiðið verður boðið út í næstum, og miðjað verður eftir, at tilboðið letur upp móti sumri næsta ár.
Tað er kommunan, sum letur hølini, og Burn kemur við teimum venjingaramboðum, sum skulu verða í venjingarmiðstøðini.
Í Sunda kommunu arbeiða tey soleiðis við tilboðum til bæði ung og eldri, og endamálið er, at her skulu vera alment gagnlig tilboð, eins og ítrótturin helst eisini fer at fáa góða nyttu av nýggja tilboðnum við Margáir.
Í ovara parti av ítróttarhúsinum er fótbóltsvenjingarhøll, sum eisini hýsir ymiskum øðrum aktivitetum, eitt nú dart og borðtennis.