Eirikur Lindenskov
Sambært heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi (www.log
ting.fo), eru 16 løgtingsmenn í almennum starvi.
Men tað ber ikki teimum til longur, tí sambært nýggju lønarviðurskiftunum, sum løgtingið samtykti í gjár, kann tingmaður bert hava hálvtíðarstarv umframt tingstarvið - um talan er um alment starv. Tingmenn í privatari vinnu hava ongar avmarkingar í so máta.
Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum eru hesir tingmenn í almennum starvi:
Jógvan við Keldu
Vilhelm Johannesen
Jógvan á Lækjuni
Dan R. Petersen
Alfred Olsen
Hans Pauli Strøm
Jógvan Durhuus
Bjarni Djurholm
Lisbeth L. Petersen
Kristian Magnussen
Katrin Dahl Jakobsen
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jenis av Rana
Marjus Dam
Nergeir Nielsen
Hesir tingmenn verða nú noyddir annaðhvørt at siga størv síni frá sær ella at søkja farloyvi, um tað ikki ber teimum til at fara niður á hálva tíð.
Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður hevur sagt, at nú fáa løgtingsmenn stundir til tingarbeiðið.
Men hóast broyttu lønarviðurskiftini, so eru enn fleiri tingmenn, sum framhaldandi kunnu vera í fullum starvi umframt tingmanna