Talan verður um nýtt lið við ikki serliga nógvum royndum í a-landsliðshøpi, tá ið Føroyar klokkan tvey seinnapartin fara at spæla fótbóltslandsdyst í Kórinn høllini í Kópavági í Íslandi.
Føroyska liðið verður soleiðis mannað: Gunnar Nielsen, Manchester City ? Jónas Þór Næs, NSÍ, Johan Troest Davidsen, NSÍ, Egil á Bø, EB/Streymur, Einar T. Hansen, NSÍ ? Símun Samuelsen, Keflavík, Bogi Løkin, NSÍ, Fróði Benjaminsen, HB, Súni Olsen, Víkingur, Gudmundur Nielsen, EB/Streymur ? Andreas Lava Olsen, Víkingur.
Á beinkinum fara at sita René Tórgarð, EB/Streymur, Odmar Færø, Brøndby, Levi Hanssen, EB/Streymur, Høgni Madsen, NSÍ, Christian R. Mouritsen, HB, Kristoffur Jakobsen, KÍ, og Páll M. Joensen, HB.
Sammett við liðið, sum í síðsta landsdystinum í fjør ? á útivølli ímóti Litava - tapti 1-0, eru fleiri broytingar millum teir fyrstu ellivu. Tá vóru Jákup Mikkelsen, Atli Danielsen, Jón Rói Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen og Christian Lamhauge Holst á liðnum í staðin fyri Gunnar, Fróða, Súna, Gudmund og Andreas.
Burtursæð frá Gunnari Nielsen, Odmari Færø og Símun Samuelsen eru eingir útisetar við í Íslandi.
Jóhan Troest Davidsen fer at umboða Føroyar fyri 10. ferð seinnapartin. Bara tríggir av hinum spælarunum hava spælt fleiri enn tíggju landsdystir. Teir eru Fróði Benjaminsen, Súni Olsen og Símun Samuelsen.
Millum teir fyrstu ellivu eru tveir, sum fara at umboða Føroyar fyri fyrstu ferð. Teir eru Gunnar Nielsen og Gudmund Nielsen. Á beinkinum fara fýra at bíða eftir møguleikanum at umboða føðilandið fyri fyrstu ferð. Teir eru Odmar Færø, Levi Hanssen, Christian R. Mouritsen og Páll M. Joensen.