Landsliðsvenjingin í Vestmanna í dag verður av ongum

- Tað eru helst nógv børn, ið hava glett seg til at heilsa upp á landsliðleikararnar í Vestmanna í dag, men tíverri verður hetta av ongum - í hesum umfari

 

 

- Hondbóltssamband Føroya hevur boðað kommununi frá, at manslandsliðið í hondbólti ikki kemur at venja í Vestmanna í dag kortini.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tað eru vánaligu koyrilíkindini, sum eru orsøkin til avlýsingina.

 

- Tað eru helst nógv børn, ið hava glett seg til at heilsa upp á landsliðleikararnar í dag.

 

Tí harmast tey í Vestmanna kommunu um avlýsingina.

 

- Men, vit hava fingið lovað, at venjingar hjá A-landsliðnum verða lagdar í Vestmanna aftur í mars, siga tey í kommununi.