- Tað er óheppið, at danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevur latið seg avmyndað við einum limi í Sea Shepherd undir liðini.
Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Føroyum.
Men hinvegin heldur hann, at tað er ófatiliga tápuligt at taka hetta sum eitt tekin um, at Helle Thornin-Schmidt, ella danska javnaðarstjórnin, stuðlar Sea Shepherd, leggur hann afturat.
Tað hevur vakt ávísan ans, at Helle Thorning-Schmidt hevur lagt eina mynd á Facebook síðuna hjá sær, har ein limur í Sea Shepherd stendur undir liðini á henni.
Summi hava tikið hetta sum eitt tekin um, at danska stjórnin stuðlar Sea Shepherd og at hetta kann fara at kosta danska sosialdemokratiska flokkinum atkvøður, serliga frá føroyingum í Danmark. Men summi halda eisini, at tað kann kosta føroyska Javnaðarflokkinum atkvøður á fóllatingsvalinum.
Les eisini: Helle Thorning í selskapi við Sea Shepherd
Men tað skilir Sjúrður Skaale einki av.
- Í einum valstríði verður nógv brúkt, men álvaratós, hvussu býtt kann tað verða, spyr hann.
- At tvey fólk tilvildarliga er á somu mynd, merkir ikki, at tey bæði eru í sama parti. Tað hevði verið tað sama sum at lagt meg undir at vera í parti við Jørgeni Niclasen, bara tí at vit báðir hóskvøldið vóru á fleiri myndum saman, sigur Sjúrður Skaale.
- Tað er bara ein flokkur, sum hevur havt eitt valevni, sum hevur latið seg avmyndað í Sea Shepherd høpi – og tað er ikki Javnaðarflokkurin, staðfestir Sjúrður Skaale.
Hann sipar til Inga Sørensen, sum varð valevni fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum.
- Riðu vit líka niðarliga, kundu vit eisini brúkt tað, men tað hava vit aldrin gjørt, og tað fara vit heldur ikki at brúka, sigur Sjúrður Skaale.
Her kann viðmerkjast, at talan er ikki um eina tilvildarliga mynd, men um eina mynd, Helle Thorning-Schmidt hevur lagt á sína egnu Facebook síðu.
- Eg haldi, at myndin er óheppin, men eg ivist í um tað er Helle Thorning-Schmidt sjálv, sum leggur myndir á Facebbook. Tað eru tað helst onnur sum gera, og tey hava so ikki gáað um, at ein Sea Shepherd limur er við á myndini.
Sjúrður Skaale vísir á, at løgreglan er donsk, og at allir føroyingar vita, at tá ið Sea Sheperd vóru her seinasta summar, gjørdi løgregla alt, hon var ment fyri at forða fyri, at Sea Shepherd gjørdi nakran skaða.
- Ógvuliga nógvur peningur varð brúktur fyri at verja føroyskt grindadráp móti hesum ófriðarkroppum og tá ið grindin varð hildin til á Sandi, blivu fleiri limir í Sea Sheperd handtiknir.
Tí er tað burtur úr vón og viti at siga, at stjórnin stuðlar felagsskapinum. Tað er ófatiliga býtt, leggur hann afturat.
Og Sjúrður Skaale leggur dent á, at føroyski Javnaðarflokkurin fer ikki at stuðla nakrari stjórn, uttan so, at løgreglan loysir hesa uppgávu líka væl, nú Sea Shepherd kemur aftur til Føroya í summar.
- Fáa vit bara tann minsta illgrunan um, at danska løgreglan, ikki fer líka heilhugað til verka ímóti Sea Shepherd hesa ferð, sum hon gjørdi seinast, fara vit ikki undir nøkrum umstøðum at stuðla donsku stjórnini, sama hvør hon er, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.