Hendan sangin skal Jógvan nú syngja

Jógvan Joensen skal syngja ein kendan danskan poppsang í X Factor fríggjakvøldið

Luttakararnir í X Factor skulu syngja danskar sangir í kappingini fríggjakvøldið.


Jógvan Joensen er einasti luttakarin, sum dómarin Lina Rafn hevur eftir í kappingini, og tey bæði hava avgjørt, at Jógvan skal syngja ein kendan poppsang hesaferð.

Tað er sangurin Når Tiden Går Baglæns hjá Clara Sofie og Rune RK. Hetta var eitt stórt dance-hitt fyri nøkrum árum síðani. Spurningurin er so, hvussu sangurin fer at ljóða, tá ið Jógvan tulkar hann.

Seks luttakarar eru nú eftir í X Factor kappingini, men í annaðkvøld verða tey fimm.

Hetta eru sangirnir, tey syngja fríggjakvøldið:

•   Jógvan: ’Når tiden går baglæns’ hjá Clara Sofie & Rune RK

•   Emilie Esther: ’Glimpse of a Time’ hjá Broken Twin

•   Baraa Qadoura: ’Better Than Yourself (Criminal Mind Pt. 2)’ hjá Lukas Graham

•   Tannaz Hakami: ’I Danmark er jeg født’ hjá Isam B

•   Citybois: ’Lørdag aften’, Ukendt Kunstner

•   Ivarsson, Bang & Neumann: ’Comforting Sounds’ hjá Mew