Hendingaríkasta árið nakrantíð

Tað segði Frithleif Olsen, nevndarformaðu í Eik, tá bankin fríggjadagin helt aðalfund

- Vit, sum varða av Eik Banka, kunnu í dag gera status yvir árið 2007. Vit mugu ásanna, at talan var um eitt sera hendingaríkt ár - uttan iva tað hendingaríkasta í søguni hjá Eik Banka, segði Frithleif Olsen.

Eitt er, at úrslitið fyri árið var metgott, og at partaeigararnir kunnu fegnast um, at partapeningurin er rentaður sera væl. Annað er, at bankin bgjøgnum eina røð av uppkeypum hevur vunnið sær eina sera sterka strategiska støðu - bæði á føroyska og danska marknaðinum. Her verður serliga hugsað um keypið av virkseminum hjá Kaupthing Bank í Føroyum og keypið av SkandiaBanken í Danmark.

- Við keypinum av Kaupthing fingu vit atgongd til enn fleiri sera dugnalig starvsfólk og kundu í einum vinna okkum fleiri fet fram á økjum sum t.d. ognarrøkt og íløgubankavirksemi. Harumframt tóku vit okkum eisini væl fram, serliga innan vinnulívsfíggingar og projektfíggingar her í landinum, segði Frithleif Olsen.

Tað er ikki á hvørjum ári, at ein føroyskur banki keypir tveir bankar, men 2007 bjóðaði upp á so nógv annað í Eik-samanhangi.

- Bankin varð børsskrásettur á tveimum virðisbrævamarknaðum, vit hækaðu kapitalin, bankin gjørdist ársins virki og »Bank of the Year«, og - ikki at gloyma - vit hátíðarhildu 175 ára stovningarárið hjá Eik. Í stórum var 2007 eitt sera gott ár, og vit fegnast um, at øll í samtakinum gjørdu ein stóran og góðan innsats, segði Frithleif Olsen, nevndarformaður.

 

Góð útlit

Og útlitini fyri árið í ár eru góð, staðfesti nevndarformaðurin.

Virksemið í bankanum er nógv økt í farna árinum, bæði her heima í Føroyum og í Danmark.

Í Danmark er serliga privatkundaøkið vaksið við keypinum av SkandiaBanken, og í Føroyum er vinnukundaøkið økt við keypinum av virkseminum hjá Kaupthing Bank í Føroyum.

Eik Banki hevur framhaldandi sum mál at økja og víðka um virksemið uttanlands til tess at økja um inntøkurnar og spjaða váðan. Hetta styrkir eisini Eik munandi á heimamarknaðinum, við at fáa størri íblástur uttaneftir, sum kann nýtast til gagns fyri okkara kundar í Føroyum, segði Frithleif Olsen.

Føroyski og danski búskapirnir eru sterkir og grundleggjandi sunnir, og teir hava sýnt stóran búskaparligan vøkstur seinnu árini. Men sera lága arbeiðsloysið í løtuni og stóru óvissurnar á fíggjarmarknaðunum fara helst at tálma vøkstrinum í ár, metir nevndarformaðurin.

Við støði í hesum metir Eik-samtakið, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, burturleggingar og skatt verður 335 milliónir móti 310 milliónum krónum í 2007.

Nevndin skjeyt upp, at vinningsbýtið verður sett til 10 krónur fyri hvørt partabræv. Hetta er tvífalt so nógv sum árið framman undan. 10 krónur fyri hvørt partabrævið svarar til 20,6% av ársúrslitinum móti 14,2% í 2006.

 

Børsskráseting

Upprunaliga ætlaði Eik Banki bert at lata seg skráseta á VMF-marknaðinum á OMX Nordic Exchange í Íslandi, men fyei at røkka fleiri áhugaðum íleggjarum og fyri at stuðla undir vaksandi virksemið á danska marknaðinum, tók nevndin í Eik Banka seinast í apríl 2007 avgerð um at tvískráseta bankan á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn og í Íslandi.

Í sambandi við børsskrásetingina nýtti Eik Banki høvið at hækka partapeningin við 578 milliónum krónum, at nýta til keypið av SkandiaBanken í Danmark. Tað hevði neyvan verið møguligt at útvega so nógvan partapening í einum, um ikki børsskrásetingin lá í kortunum. so kapitalhækkingin var eitt greitt dømi um fyrimunirnar at vera ein børsskrásett fyritøka.

Børsskrásetingin ber í sær, at talið av partaeigarum er skiftandi, men við ársenda í fjør hevði Eik Banki 10.728 navnaskrásettar partaeigarar í 26 londum. Hetta er ein vøkstur upp á 869 partaeigarar ella 8,8% samanborið við ársenda 2006.

92,4% eru navnaskrásettir partaeigarar, meðan 7,6% ikki eru navnaskrásettir.

Við ársenda var bert ein partaeigari, ið hevði fráboðað, at hann átti meiri enn 5% av partapeninginum. Hetta er Eik Grunnurin, ið við ársenda átti 51,8%.

Miðal umsetningurin um dagin í Eik-partabrøvum hevur í 2007 verið umleið 5.900 partabrøv svarandi til 3,8 milliónir krónur.

Av tí samlaða partapeninginum, íroknað Eik Grunnin og egin partabrøv, eru umleið 74% ogn hjá føroyskum íleggjarum og 19% á útlendskum hondum. Restina – 7% - eiga ikki navngivnir partaeigarar.

Frithleif Olsen nevndi eisini, at tað starvast stívliga 400 fólk í Eik-samtakinum. Í Eik í Føroyum starvast 280 fólk, í Eik í Danmark starvast 110 og í húsameklarafelagnum Inni starvast 7 fólk.

Val av nevnd var eisini fyri, og fyri vali stóðu Odd A. Bjellvåg, næstformaður, og Petur Hammer. Teir vóru báðir afturvaldir. Eisini svarvsfólkaumboðini eru vald, og Tórmund Joensen, Rakul Dam og Gert Langgaard vórðu afturvald, meðan Fía Selma Nielsen er nývald.

Nevndin hevur skipað seg við Frithleif Olsen sum formanni og Odd A. Bjellvåg sum næstformanni.