Henrik framvegis einki stig

Tað hevur verið so soltið, sum tað ber til at vera, hjá Henrik Larsen, sum nú er venjari hjá Køge í næstbestu donsku deildini.
Í fyrsta umfarinum síðsta vikuskifti tapti Køge 5-2 á heimavølli móti Frem, sum hevði Jónas Þór Næs á høgra vongverja alla tíðina. Og leygardagin tapti Køge aftur. Hesa ferð var úrslitið 1-0 á útivølli móti HIK.
Úrslitini tvey tey fyrstu umførini bera við sær, at Køge er botnlið. Í fjør kappaðist Køge í toppinum, og tað varð undan kappingarbyrjan í ár lagt upp til, at Køge og Henrik Larsen eisini í hesum kappingarárinum skuldi vera millum tey bestu.