Tað er greitt í donskum miðlum, at Henrik Larsen verður nýggjur venjari hjá Lyngby. Felagið hevur tíðindafund seinnapartin, og tá verður fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin avdúkaður.
Henrik Larsen hevur seinastu tvey árini staðið á odda fyri Køge, sum spælur í næstbestu donsku deildini. Hann takkaði fyri seg í farna mánaða, tá felagið ikki er serliga væl fyri peningaliga. Tað hevur millum annað við sær, at Køge ikki hevur loyvið at skriva sáttmálar við leikarar.
Sum leikari umboðaði Henrik Larsen í tveimum førum Lyngby. Hann byrjaði yrkisleiðina sum venjari í Ølstykke, áðrenn hann royndi seg sum føroyskur landsliðsvenjari.
Føroysku landsliðsleikararnir Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen eru í løtuni sáttmálabundnir við Lyngby.