Henrik Larsen uppsagdur

Henrik Larsen, sum í síni tíð var føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti, hevur í dag fingið sekkin. Hann hevur verið venjari í Lyngby, sum í vetrarsteðginum hevði ætlanir um í vár at vinna sær pláss í superliguni.

Tað hevur ikki gingið, sum ætlað. Fyri viku síðani tapti Lyngby 1-0 ímóti botnliðnum Skive, og í dag eydnaðist tað bara at fáa eitt stig ímóti Fredericia. Úrslitið var 1-1.

Lyngby avroknaði við venjaran beinanvegin. Henrik Larsen er í kvøld sagdur úr starvi, og Niels Frederiksen, sum síðani í 2006 hevur verið unglingavenjari í felagnum, er nú venjari hjá 1. liði.

Henrik Larsen var landsliðsvenjari í Føroyum fram frá 2001 og fram til 2005. Hetta tíðarskeiðið gjørdist hann sannur Føroya vinur.

Eitt skifti var hann venjari í Køge, men hann segði seg úr tí starvinum, og nú hevur hann vant Lyngby, sum hann áður hevur spælt við.

Nú Henrik Larsen er uppsagdur í Lyngby eru øll tey føroysku bondini til felagið burtur. Áður hava Christian Lamhauge Holst, Tem Hansen og Todi Jónsson spælt í Lyngby.