Henrik Old hevur góð tíðindi til fámjiningar

Fámjiningar hava ongantíð verið so nær við at fáa eitt gamalt ynski uppfylt, sum nú

Tá ið arbeiðið at bjóða arbeiðið upp á at gera nýggjan Hvalbiartunnil út, verður arbeiðið at gera tunnil til Fámjins bjóðað út samstundis. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur spurt Henrik Old, hvørjar ætlanir hann hevur við Fámjinstunlinum. Hann sigur, at uppskot um at gera tunnil til Hvalbiar er á veg í Løgtingið og í tá í Hvalbiartunnilin verður boðin út, verður tað ein treyt, at tann sum bjóðar, skal eisini geva eitt boð upp á tunnil til Fámjins.

 

Men Henrik Old sigur, at verður politiska niðurstøðan at Fámjinstunnilin skal borast í sama viðfangi sum Hvalbiartunnilin, má lóg leggjast fyri Løgtingið um tað. Hann sigur, at ein tunnil til Hvalbiar kostar einar 60 milliónir.

 

Bæði Henrik Old, og fleiri aðrir politikarar, síggja fyrimunin í at bjóða báðar tunlarnar út í senn, tí tey vænta, at samanumtikið verða teir bíligari upp á seg.