Kappingarárið í billard er nú aftur byrjað. Og sum vanligur siður hevur verið seinastu 10 árini, verður lagt út við ?Haldor Holm Cup?. Hetta er kapping millum landsins átta bestu billardspælarar. Tað er Klaksvíkar Klubbi, sum stendur fyri kappingini og fær vinnarin navn sítt á tað risastóra steypið, sum í 1989 varð latið Klaksvíkar Klubba at vera karmurin um hetta áhugaverda og spennandi tiltak. Kappingin hevur fingið heitið ?Haldor Holm Cup?, og er hon ætlað sum ein heiðran av tí leikluti, sum Haldor Holm, sáli hevði fyri billardspælið í Føroyum. Stóra steypið kann ikki vinnast men hevur fastan bústað í billardhølunum hjá Klaksvíkar Klubba, har Haldor Holm plagdi at vera fastur fúsur.
Kappingin í ár var tann 10 í røðini. Og vinnarin hesaferð gjørdist tann sami sum seinastu fýra árini, nevniliga Henrik Petersen úr Havn. Vinnarar hini árini hava verið Jan Müller, Eirikur Nielsen og René Sørensen.
Spælt var í tveimum bólkum og komu tveir spælarar úr hvørjum bólki víðari til finalumfarið. Hesir vóru Niclas Heri Jákupsson úr Klaksvíkar Klubba, Henrik Petersen úr Kagganum, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Klubba og Bjarni Skaalum úr Kagganum.
Talan um eina rættiliga spennandi og lutvíst javna kapping. Tá avtornaði var Henrik Petersen bestur við umleið 32 eygum í meðal. Besti dystur hansara var uppá góð 850 eygu. Nr. 2 gjørdist Niclas Heri Jákupsson, sum eisini hevði ein sera góðan dag. Hann hevði umleið 28 eygu í meðal, og besta spæl hansara var uppá góð 750 eygu. Nr. 3 gjørdist Max Rasmussen við umleið 25 eygum í meðal. Eisini hann hevði ein rættiligan góðan dyst uppá umleið 600 eygu. Bjarni Skaalum, sum sýndi sera gott spæl, gjørdist nr. fýra í kappingini bert fá eygu aftanfyri nr. 3.
Hetta er fimtu ferð, at Henrik vinnur hesa kappingina. Hann hevur eisini vunnið FM-heitið í fleiri ár. Eingin ivi er um, at Henrik aftur í ár fer at vera ringur at taka, nú tá FM-kappingar fyri lið og einstaklingar verða spældar. Henrik var við til at vinna gull fyri Kaggan seinasta kappingarár.
Men treyðugt so, at ikki eisini aðrir spælarar kunnu taka henda okkara besta spælara. Í kappingini í Klaksvík vann Niclas Heri báðar dystirnar móti Henrikki. Men tað rakk tó bert til eitt 2. pláss.
Eins og øll undanfarin ár er tað Føroya Bjóð, sum er sponsorur til Haldor Holm Cup. Fyri eina kappingar-grein, sum ikki hevur so nógvar virkandi spælarar hevur tað ómetaliga nógv at siga at fáa eina hjálpandi hond til steypakeyp ol. Hesum eru bæði Klaksvíkar Klubbi, Billardsambandið og billardspælarar sum heild sera takksamir fyri. Haldor Holm Cup og Føroya Bjór eru líkasum vorðin ein fastgrógvin partur av billardspælinum í Føroyum.
Niclas Heri góðar møguleikar
Um stutta tíð byrja kappingarnar fyri lið. Tilmeldingin fer fram í løtuni. Kunnu vit so siga nakað um komandi kapping út frá dystunum í hesi fyrstu billardkappingini. Tað er helst avmarkað, tí her er talan um nakrar einstaklingar. Men eingin ivi er um, at Kaggin aftur í ár fer at vera eitt gott boð uppá gullið, men samtíðis vísir henda fyrsta kappingin, at Klaksvíkar Klubbi ætlar sær eisini at vera við í kappingini um FM-heitið. Teir vunnu tað í fyrraárið. Spælið hjá Niclas Hera vísir, at tað er bæði kraft og hugflog aftanfyri fyrrverandi gullliðið úr Klaksvík. Niclas Heri er so mikið nýggjur spælari, at tað má sigast at vera ikki sørt av einum bragdi, at hann hevur kunnað tikið seg so nógv fram eftir so fáum árum, og haraftrat er vorðin ein verulig hóttan móti núverandi meistaranum, Henrikki.
Billardsambandið til verka
Leygardagin varð aðalfundur hildin í Billardsambandinum. Av ymsum orsøkum, har eitt nú formaðurin tók seg aftur í úrtíð, hevur arbeiðið hjá Billardsambandinum verið nakað darvað. Men nú fer gongd at koma á aftur. Tað er í hvussu er tann setningur, sum nýggja nevndin hevur sett sær. Í nevndina eru komnir Heimir Ottosson, Niclas Heri Jákupsson og Sonhard Johannessen. Haraftrat eru valdir sum eykamenn Tummas Johannessen og Carsten Hansen. Fyri at fáa fulla ferð á aftur arbeiðið hjá Billarsambandinum koma teir báðir eykamenninir at arbeiða sum virkandi nevndarlimir við bundnum uppgávum.
Formaður í BSF verður Heimir Ottosson og kemur hann m.a. at standa fyri samskiftinum úteftir. Niclas Heri Jákupsson verður næstformaður og fer hann at standa fyri kappingunum, meðan Sonhard Johannesen verður kassameistari.
Eingin ivi er um, at vit aftur í ár fara at fáa eina spennandi og áhugaverda kapping. Ætlanin er at byrja liðkappingina í næstum. Nevndin er longu farin til verka og ætlar sær at menna billarspælið sum heild.