Hensia: Húsini mundu farið í luftina av minu

Í Gøtu hendi nokk so nógv undir krígnum. Flogfar datt niður á Gøtuvík og minur hóttu, so farast mátti yvir á Skálafjørðin at gista

11. partur
------
Í Gøtu var ein støðugur ótti á fólki av minum. Hetta vóru minur, sum vóru lagdar av bretum at forða týskari skipaferðslu. Men hesar minur slitu seg leysar, og summar róku so inn á ymisk pláss í Føroyum, soleiðis sum ættin var.
Menn fingu í ymiskum bygdum til uppgávu at hava útkikk eftir minum og at skjóta tær, áðrenn tær komu til lands. Men hetta kundi bert gerast í dagslýsi. Tí var ein ræðsla á fólki, tá ið tað var “minuætt”, og myrkur var. Ein slík ætt í Syðrugøtu var suðurhallur landsynningur.
Tá ið kvøldið kom, vóru mong, sum fóru yvir um Gøtueiðið at gista hjá fólki tey kendu. Hetta var serliga í bygdunum undir Gøtu­­eiði og Skipanesi. Hetta var so mikið stutt at ganga, at hesum bakk­aðu fólk ikki fyri tá í tíðini. Morgunin eftir var so farið aftur til Syðru­gøtu. Tá ráddi um at fara, áðrenn týsk flogfør komu inn yvir Skála­fjørðin. Eisini var neyðugt at fara avstað tíðliga, tí neytini skuldu jú mjólkast.
Flóttafólkini máttu sjálvsagt hava mat við sær, sum tey so gjørdu til sum frægast. Men vertirnir vóru sera fyrikomandi móti teirra gestum, og tað var tikið væl ímóti teimum.
Onnur fóru ikki av bygdini, men fluttu niðan í ovastu húsini í bygd­ini, har tað var minni ábært.
Tá ið minan brast í Syðrugøtu, var eg her og ferðaðist. Tað var, áðrenn vit giftust í 1942. Tann 10. november 1941 gjørdist ein minni­ligur dagur. Eg var stødd inni á Dunga, og tíðliga um morgunin nú bankar uppá úthurðina. Jákup, verfaðir, fór upp at vita, hvat tað var. Tá var tað Elias hjá Benadikt. Hann segði, at ein mina lá niðri í fjøruni beint undir húsunum hjá okkum. Tá ið eg so komi niður í køkin, stendur ein maður uppi á minuni. Tað var Andreas Petur í Guttastovu, grannin hjá okkum. Nú síggi eg, at minan byrjar at røra seg av briminum. Tað skal sigast, at fólk vóru fyrstu tíðina ikki var við, hvussu vandamikil ein mina kundi vera. Tað finst enntá ein mynd úr Syðrugøtu, sum vísir hvussu fólk tyrpist niðri í fjøruni at hyggja at eini minu, sum var rikin á land. Tað hevði sjálvsagt verið ein ræðulig vanlukka, um hon brast.

Í skundi yvir undir Gøtueiði
Tá ið eg sá støðuna, skundaði eg mær og fór út til Andreas og Hannemiu, har eg hevði búð, at biðja tey um at hyggja eftir, hvussu minan rullaði í grótinum. Tá sigur Andreas: “Á títt forstýrilsi. Sovorðið tvætl. Kom tú bara inn í stovuvindeygað og hygg.” Men hann fekk annað at síggja, tá ið hann sá, hvussu vorðið var!
Tað var skjótt, at hann gav Hanne­miu boð um at sløkkja eldin og lata teir bollar vera bollar, sum Hanne­mia stóð og bakaði. Vit fóru so beint í bilin og yvir undir Gøtu­eiði. Tá vit vóru komin inn hjá Anne­­beth og Alla á Toppafløtum, har vit plagdu at halda til, hoyrdu vit brestin í Syðrugøtu. Hann var so harður, at sjálvt undir Gøtueiði skulvu húsini.
Tá vit so komu aftur higar, var tað ein sjón at sjá! Eingin veggur var á summum húsum. Sinkið, sum húsini á Dunga vóru beklødd við, var ikki farið av húsinum, men alt var brotið inni í húsinum. Nógv hús vóru meira ella minni farin. Men her hjá okkum og í granna­húsinum hjá Eiðis Hans Jakku vóru tey húsini, sum vóru farin ringast. Men mannskaði var tíbetur eingin.

Knoðaði høsnamat, tá ið minan brast
Dunga Jákup var ongan veg farin. Hann var við at geva hønunum, tær kundi hann ikki forsøma, sjálvt um ein mina lá og rullaði beint niðanfyri húsini! Hann stóð við vaskið í køkinum og knoðaði høsnamat, tá ið tað brestur. Onkur leyp aftaná inn at vita, um Jákup var livandi ella deyður. Men her var eingin panikkur: »Sanniliga mær feilar einki. Eg stóð og knoð­aði til hønurnar. Men nú liggja bæði fatið og vaskið í kjallaranum.« Fatið var fyrst farið upp undir loft og so niður í kjallaran.
Vit høvdu annars fyrireikað okk­um til, at hetta kundi henda. Eg hevði pakkað steintoyið í húsinum niður í tvær baljur og legði løk og dýnu­betrekk ímillum. Birita átti so nógv steintoy. Tá ið vit so fóru at hyggja eftir steintoyinum var næstan alt brotið.
Har sá ræðuligt út. Í húsunum hjá Eiðis Hans Jakku, sum vóru áfast okkara, vóru allir veggir og skila­rúm burtur. Endarnir vóru lagaðir, so yvirtromin var eftir.
Birita vermóðir var stødd í Norðragøtu, hon var farin yvir har í barsil hjá Jákup, son Duritu, systir Edvard. Hon var í Norðragøtu í einar tríggjar dagar, men hon helt til inni í Norðragøtudali hjá Helgu og Jákup Frederik Øregaard, har var fult hús av “flóttarfolki” undan minum.
Birita og Dunga Jákup hildu annars til hjá Sámal í Grótinum á Skipanesi, hesar dagar vit máttu flýggja vegna minur.
Inni á Dunga gramdi Anna Kristina seg um, at maðurin Petur Jakku, beiggi Jákup verfaðir, lá og bløddi uppi á loftinum. Tað slapst ikki inn til hansara, tí hurðin hevði skorað seg fasta. Tá ið tað slapst inn, lá seingin holvd yvir Petur Jakku, sum hevði skorið seg illa av rúta- og glassplintrum.
Um kvøldið fóru vit so aftur yvir undir Gøtueiði at gista. Vit tordu ikki at vera her, um ein onnur mina kom.
Vit fluttu niðan til Rikku, systk­­ina­barn Poul Andreas, inntil búgv­­andi var aftur her. Tað gekk leingi, til húsini vóru so fræg, at tað kundi verast inni aftur, og tað var so óbehagi­ligt, tað vóru so nógv glassplintur alla staðni í húsinum, eisini í veggunum.
Tað tók langa tíð at fáa húsini gjørd aftur. Nógv tíð gekk við at bíða eftir, at alt var greitt, áðrenn húsini kundu byggjast upp aftur. Minuskaðin í Syðrugøtu varð mett­ur til kr.120.000, nógv tá í tíðini.
Petra Arge í Havn, ættað úr Syðrugøtu, var í handlinum hjá pápa sínum Jóan Elias Gregersen, tá ið minan brast. Hon minnist, hvussu húsið skalv og fløskur og gløs duttu av hillunum niður á gólv og fóru í sor.
Dagin eftir, sum minan brast í Syðrugøtu, brast mina í Norðragøtu. Men hon gjørdi minni um seg enn í Syðrugøtu. Her var skaðin “bara” kr. 28.000.
Tað var ikki sørt, at tað var øvund­sjúka í Norðragøtu um, at tey fingu so nógv meira endurgjald í Syðrugøtu! Men hetta man hava verið tí, at skaðin var tað størri.