Hensia Jacobsen: Pápi var ein rættur sjómaður

Pápi Hensiu, Zacharias Zachariassen, var ein rættur sjómaður av tí gamla slagnum. Sum greitt frá í fyrsta partinum mundi hann blaðungur doyð á sjónum. Men her kom hann at balast í nógv ár

2. partur
----------

Børnini á myndini av Honnu og Zacharias í fyrsta partinum vóru teirra elstu børn Hensia og Kristian.
Tað var eisini komin villa í abbarnar hjá Hensiu. Abbin í faðir­ætt æt Hanus Zachariassen. Tað var hann, sum gekk burtur á báti í 1905. Abbin í móðurætt var Kristian Olsen.
Eisini varð greitt frá Zakaris, son Julius, abbabeiggja Hensiu, sum doyði blaðungur. Hann var trúlovaður við Katrinu í Tjørnuvík, sum seinni giftist við Olaf Petersen lærara, fyrst í Tjørnuvík, síðani á Argjum. Hjallgrim, sonur teirra, greiðir frá, at so stórt var trúfestið, at tey høvdu alla sína tíð mynd av Zakaris hangandi í stovuni, eisini eftir, at Katrina var deyð.

Hensia: Pápi lat “Irex” fyri at bjarga húsinum
Pápi var á sjónum stóran part av síni tíð. Eina tíð átti hann “Irex”. Hana keypti hann úr Lysekil í Svøríki í 1923. Hon var bygd í Elmshorn í Týsk­landi í 1888. Pápi førdi hana árini 1924-1926.
Ein av teimum, sum sigldu við pápa var Hans Havid Hansen í Hósvík, skipari á “Nólsoy”, tá ið hon gekk burtur.
Pápi hevði bygt í Streymnesi. Men hetta vóru sera ringar tíðir við heimskreppuni, sum eisini rakti Føroyar meint. Tí kom at standa á hjá mongum. Pápi kom tí í ta støðu, at hann mátti velja í millum at lata húsini ella skipið fara. Tískil seldi hann "Irex" til Absalon Jacobsen á Skála, sum var pápabeiggi Poul Andreas, sum eg seinni giftist við.
Pápi var føddur 23. november 1893. Hann fór til skips í 1911 við “Del­finini” hjá Søren Müller í Havn.
Skipari tá var Sofus Højgaard ættaður úr Rituvík. Hann misti konuna og giftist seinni við Helenu Egholm, jarðarmóðir í Havn. Seinni fór pápi við sluppini “Saltoyra”, eisini hjá Müller reiðarínum.
Pápi tók skiparaprógv í 1915 hjá Jens í Dali í Havn. Sama ár var hann 2. bestimaður hjá Kvívíks Tumm­asi við “Streymoynni” hjá Oyggja­felagnum í Havn, sum tá var eitt stórt reiðarí. Í 1916 var pápi við “Mariu” hjá Tummasi við Kráir í Vági.
Um várið 1917 var pápi við “H.M. Stanley” úr Vági. Tá tóku teir upp manningina av eini jollu av einum enskum trolara, sum ein týskur kavbátur hevði søkt.
Í 1917 og 1918 førdi pápi “Bonetu” hjá Niels Jákupi Nielsen, keyp­manni í Sandavági. Í 1919 førdi hann “Research” úr Sandavági og 1920-1922 “William Stephenson” hjá Mari­onnu Nielsen í Vestmanna. Hon var vanliga kallað Marianna hjá sýslu­mann­in­um. Hon var ein tann fyrsti kvinnu­ligu reiðari í landin­um. Hon kom úr Vágum til Vest­manna at reka reiðarí.
Meðan teir á sumri 1920 lógu avhálaðir á Langanesgrunninum sóu teir langt burturi nakað, sum líktist eini boyu. Teir fara í bátin at vita, hvat hetta var. Nakað seinni koma teir sleipandi við hesum lut­in­um. Tá var hetta ein mina, og pápi bað teir sleppa hesum í stundini.
Tað hevði verið lítið av fiski hetta summarið. Fleiri skip høvdu sæð minur og fóru heim. Men “William Stephenson” bleiv liggjandi saman við øðrum skipum, og hesi skip fingu nógvan fisk. Men vandaleyst hevur tað ikki verið, tí “Karen” úr Vági hvarv við mann og mús sama ár, og hildið varð fyri vist, at tað var orsakað av minu.
Aftaná at pápi hevði havt “Irex” var hann við ymiskum skip­um. Í 1928 og 1929 førdi hann “Eyst­uroynna” av Strondum. Í 1931 var hann við “Skálanes” hjá Dáva í Gerðum. Hon var bygd fyri “Erne­stinu”, sum Dávur hevði mist í 1930 á Suðurlandinum.

Ófrættatíðindi frá “Ananu.”
Í 1936 róði pápi út frá “Ananu” í Grønlandi. Hetta er størsta fiski­far, sum føroyingar hava átt, í hvussu er um hugt verður eftir mann­ing­ar­talinum. Skipið var 5.000 tons til støddar.
Tað vóru ikki færri enn 160 mans við. Hetta var seinna árið “Anana” var í flotanum. Hetta árið gekk nógv verri enn í 1935. Tað viðraði illa. Umframt hetta vóru trupulleikar við donsku myndugleikunum. Kom­nir heim aftur varð “Anana” seld.
Pápi var á báti saman við Jo­hannes Iversen í Kvívík, Joen Jacob­sen í Hvalvík og Anton Oluf Vang í Kvívík. Tilsamans vóru 26 bátar, sum avreiddu til “Ananu”, har manning umborð fekk fiskin til høldar.
Eitt kvøldið ringja tey av reiða­rínum Uvak og siga, at báturin, sum pápi var við, var burturgingin. Um pápi var deyður, nei, tað vistu tey ikki. Mamma fekk ein slíkan hvøkk. Hon var við barn, og tað barnið doyði fimm mánaður gamalt. Hild­ið var, at barnið fekk mein av skelk­inum, sum mamma fekk.
Men mamma ringdi dagin eftir til reiðaríi og fekk at vita, at har var eingin mannskaði. Tað sum veruliga hendi, var, at teir mistu tríggjar bátar av dekkinum á Kappaleiðini á ferðini heim, og aðrir bátar fingu skaða. Tað var illveður ímóti. Skipið hevði eina so lítla maskinu, at teir kláraðu ikki at andøva, og tóku teir tí skipið undan. Tá fáa teir hendan sjógvin, og panikkur var umborð. Tað mundi vera hetta, sum elvdi til hesi tíðindi, sum skaptu óneyðugt órógv heima.
Tey seinastu árini pápi var á sjó­num, var hann bestimaður hjá beiggja mínum, Kristiani. Hetta var við "Sæborg" í Leirvík. Kristian fylti annars 90 ár nú um dagarnar.
Eg kann siga, at eg eri uppvaksin mill­um sjómenn. Men Hanus, beiggi, fór at læra til málara ungur. Stein­bjørn fór so at læra hjá honum, og hann er kendur málari í dag.
Hákun var nógv ár til skips, men hann fór seinni at koyra buss. Sonur hansara, Heðin, kendur frá politikki, hevur tikið við eftir honum. Pápi doyði 30. apríl 1981.

Fyrsta wc í Streymnesi
Sum ung var mamma í Vestmanna, har hon seymaði oljudansar fyri reiðaran Marionnu Nielsen, tað vóru so onnur sum ferniseraðu teir. Hetta var áðrenn oljudansar vóru framleiddir á verksmiðjum.
Tá ið mamma kom aftur til Streym­nesar, hevði hon við sær fyrsta wc, sum kom til Streymnesar. Tað varð eisini sett upp heima hjá okkum. Sisternan var av jarni og hekk uppi undir loftinum. Tí sigi eg framvegis at ”at sláa niður”.

Pápi fór til skips í mars og kom heim aftur í oktober. Hann mátti gera nógv arbeiði, meðan hann var heima. Pápi hevði gjørt ein køst í túninum, og hann skuldi tøm­ast, áðrenn hann fór avstað. Tøð­rúgvan var løgd so nær veltuna sum gjørligt, og pápi snøggaði hana til. Tá var so mikið lættari hjá okk­um heima at seta epli niður. Ein systir setti eplini niður, og mamma hippaði eplini.
Pápi var eisini so fittur í hond­unum. Hann smíðaði børnunum leypar, og teir vóru klæddir við roði. Vit koyrdu leypin so langt yvir á høgru øksl, so vit ikki fingu tøðini í nakkan.
Nógv var arbeitt, men heilig­dagar skuldu haldast. Tað var heilagt kl. 18 kvøldið fyri. Tá ið vit hoyrdu kirkjuklokkina, fóru vit til hús.
Mamma lovaði okkum eitt oyra í løn. Onkuntíð kundi tað verða 2 oyru. Fyri hetta fingu vit eina plátu av karamel. Tað var als ikki so galið.

Ófør til hendurnar
Mamma var so ófør til alt til hend­urnar. Hon plagdi at veva buksu­vad­mal, spinna og at binda við hond. Hon bant so ótrúliga skjótt. Eg minnist til dømis, tá ið vit skuldu hava rotuskógvar, so var tað jobbið hjá monnunum at knovfyla, tað vil siga at raka roðið, áðrenn tað varð barkað.
Tá ið tað var flett, varð skinnið lagt í fýra. Tað varð so bundið um skinnið at rota fyri at fáa ullina av. Seinni varð nippað í tað fyri at vita, um tað var nóg gott. So bleiv skinnið vaskað í heitum landi við allari ullini á. So oman í ánna at skola.
Tað var lítið av vatni í Streym­nesi. Eina ferð hevði omma vaskað skinn. So sigur mamma, at eg mátti fara oman í Stórá at skolað skinnini. Ja, um eg kundi fara við hestavogni. Tað hevði ligið so væl fyri. Sum sagt so gjørt. So at fara til hús aftur og at vinda vatnið úr skinnunum.
Skinnini vórðu síðani hongd upp at turka við ullini úteftir.
Eg minnist væl, hvussu hetta varð gjørt niðri hjá ommu. Tey høvdu eitt turt skinn á gólvinum, tí tey kundu ikki vinda hesa skinnini, sum vóru í baljuni. So varð tvaðið kroyst úr skinninum. Síðan varð skinnið langað niður á hetta turra skinnið. Tað varð so koyrt upp í eina spann og so í ánna at skola.

Rotuskógvar
Rotuskógvar vóru nógv brúktir av monnum og konum, tá ið tað ikki kundi gangast á leistum inni. Men tá ið farið varð út, var farið í galosjur uttan á rotuskógvarnar. Konufólk høvdu reyðar tveingir, og menn høvdu hvítar. Men tað hendi so ofta, at tá ið hol kom á rotu­skógvarnar, so blivu teir klossaðir. Teir blivu vendir, so tað sum hevði vent upp kom at venda niður, og varð tað samanseymað.
Húðaskógvar av neytahúð varð nógv brúkt av monnunum. Teir gingu eisini úti í húðarskóm. Tá ið pápi fór at skjóta harur, var hann altíð í húðarskóm. Fyri at tað ikki skuldi vera ov hált, varð eitt haft bundið um føturnar.

Ofta nógvar harur
Eg minnist væl til, at tann eina dagin pápi hevði verið og skotið harur, hann hevði fingið 22 harur í einum haga fyri Framman í Streym­nesi.
Hann kundi ikki bera allar heim í senn. So kom hann fyrst heim við nøkrum og so avstað aftur eftir hinum. Pápi var so óførur maður. Tær harur, sum vit ikki sjálvi kundu brúka, vórðu seldar til Havnar í heilum líki. Harurnar plagdu teir á mjólkarbátinum “Tróndi” at hava í forsvar suður.

Skúlin
Skúlin var í Hvalvík. Tey fyrstu árini, eg gekk í skúla, var brúgvin um ánna ikki gjørd. Tað var bara ein planki um ánna niðri undir húsinum hjá okkum. Øðrumegin var eitt band at halda sær í. Hinu­megin var so eitt rekkverk. Tað var so grúiliga smalt at ganga har. Men tað árið eg fór í skúla sjey ára gomul vóru vollarnir gjørdir til brúnna, sum er har frammi nú.
Tá kom tað ikki upp á tal ikki at koma til tíðina í skúla. Eina ferð var eg frammi í gerðinum og hoyggjaði saman við mammu og pápa. Eg gjørdist lívsforskrekt, tá ið eg sá læraran koma heim eftir vegnum.
Eg fór fram á vollan og leyp yvir um. Tá sigur pápi, at tú behøvist ikki at vera bangin, klokkan er ikki so nógv enn!
Men tað nyttaði ikki at snakka við meg. Tá ið lærarin var farin, so var tíðin komin! Lærarin var Hans Jacob Egholm í Hvalvík, og hann hevði bert ein arm. Hann fekk tuberklar í økslina, og teir máttu taka høgra armin. Hann var høgrahandaður, so tað var ringt hjá honum at byrja við. Annars var hann fyrst sjómaður, men tá gjørdist hann sjúkur. So høvdu teir biðið hann fara at læra til lærara. Hann var føddur í 1879 og fór á læraraskúla í 1905 og tók prógv í 1908. Hann var lærari í Hvalvík og Saksun frá 1925 til 1934. Tá føldi hann seg so heilsubrekaðan, at hann legði frá sær. Kortini gjørdist hann 90 ára gamal.
Tað var ein lærari og tveir flokkar, eldri klassi og yngri klasssi, sum máttu skiftast um at vera í skúla.
Tá var ikki so framkomið sum nú. Fyrstu tíðina nýttu vit talvu at skriva á og griffil at skriva við. Her kundi viskast út, so tað slapst undan pappírs­nýtslu. Men seinni komu bøkur at skriva í. Meg minnist, at eg plagdi at fáa fyri í skúlanum at læra uttan at. Tað fyrsta, eg fekk fyri, var orðatakið “Af skade bliver man klog, men sjælden rig.”
Jógvan við Ánna, ættaður úr Sandavági, kom til Hvalvíkar at vera lærari. Hann lærdi okkum at spæla hondbólt. Tað dámdi mær so væl. Hann var niðri á skeið, tá ið Danmark var hersett, og tað ikki slapst millum londini. Men hann kom so aftur til Hvalvíkar, tá ið kríggið var av. Í 1946 giftist hann við Katrinu f. Enni. Hon var eisini lærari. Jógvan gjørdi vart við seg innan føroyska málrøkt. Hann gav út eina “óføroyska-føroyska” orðabók, sum var eitt megnar verk. Hann fekk ikki tíð til at gera hetta liðugt, tí Jógvan doyði longu í 1971, bara 66 ára gamal.

--------

Komandi partur
Tá ið Hensia var ung hendu nógvar skipsvanlukkur, sum eisini raktu Streymnes og aðrar bygdir í Sundalagnum. Hensia kendi fleiri av hesum fólkum