Fiskiveiðieftirlit
Nú verkfall er, og bæði tey føroysku vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, liggja svínabundin við bryggju, frættist um onkrar søgur av fiskifeltinum.
Ein er, at eitt føroyskt skip skal hava hoyrt golfstream-flogfarið hjá donsku sjóverjuni kallað á eitt par á Føroya Banka, men partrolararnir svaraðu ikki. Keldan sigur, at hann sá skipini trola og tók myndir av teimum.
Hvat spurdist burtur úr hesum, vita vit ikki.
Eru skerdir
Elmar Højgaard á Fiskiveiðieftirlitinum ásannar, at eftirlitið er skert, nú føroysku vaktarskipini liggja, men hann hevur ikki hoyrt um hesa søguna, sum keldan hjá okkum veit at siga.
- Tað er ikki óvanligt, at ymiskar søgur ganga undir slíkum umstøðum. Vit hava gott samstarv við donsku sjóverjuna, men hava einki hoyrt um hatta.
Hann sigur, at eitt av teimum donsku vaktarskipunum er í føroyskum sjógvi, og teir hava tyrlu,sum regluliga er á flogi.
- Danska vaktartænastan hevur avmarkaðar ?ressoursir? til vernd av okkara sjóøki, og vit vænta, at teir gera tað, sum møguligt er. Vit senda eisini tyrluna hjá Atlantsflogi út á fiskifeltið av og á, og tí meta vit, at eftirlitið er so frægt, sum tað nú einaferð kann vera undir verkfallinum. Men hetta er ein óheppin støða, sum ikki átti at komið fyri, sigur Elmar.
Tá ið vit spyrja, um tað ikki hevði verið løgið, um løgreglan var í verkfalli, er Elmar púra samdur.
- Jú, hetta er ein støða, sum ikki átti at komið fyri. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at
føroysku vaktarskipini liggja, og hetta verður neyvan heldur seinastu ferð, um vit ikki fáa eina aðra skipan, sum ger, at skipini hjá vaktartænastuni ikki verða rakt, tá ið trætur eru á arbeiðsmarknaðinum.
Elmar vísir á, at umframt danska vaktarskipið og tyrluna, er golfstream-flogfarið hjá donsku sjóverjuni eisini á flogi yvir føroyska landgrunninum av og á.
Eingin tikin
Sum skilst, er einki skip tikið fyri ólóga veiði, síðan verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag byrjaði, og Fiskiveiðieftirlitið hevur ikki varhugan av, at skiparar gera sær dælt av støðuni.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, heldur eisini, at støðan er ógvuliga óheppin.
- Tað er greitt, at fiskiveiðieftirlitið er skert, nú føroysku vaktarskipini liggja. Hevði tað ikki verið so, høvdu vit ikki havt brúk fyri teimum báðum skipunum, sum nú liggja svínabundin. Men tað hava vit, og tí vóna vit, at trætan skjótt verður loyst, soleiðis at Tjaldrið og Brimil kunnu fara útaftur.
Jørgen Niclasen kundi eisini hugsaðsær eina skipan, sum á ein ella annan hátt hevði við sær, at vaktarskipini ikki vera rakt, tá ið trætur eru á arbeiðsmarknaðinum.