60 ár í einum hjúnarbandi er ikki nakað stutt tíðarskeið, og tað er eisini teimum fægstu unt at liva so leingi saman, antin tað so er sjálvgjørt ella avgjørt av einari hægri makt.
Rákið hevur í longri tíð verið so, at hjúnarbondini vara styttri og styttri. Maður og kona hanga ikki longru saman »av gomlum vana«, og tað er bert í fáum førum, at børnini eru ein orsøk til, at fólk leggja eyka orku í at fáa hjúnarbandið at virka.
Eisini vindur tað meiri og meiri upp á seg, at fólk liva sítt lív saman uttan giftarmál og úrslitið er, at tað er alt meiri sjálsamt, at fólk uppliva krúndiamant-, diamant-, gull- ella enntá silvurbrúdleyp saman.
Men nøkur finnast, sum taka sítt ja-orð framman fyri altarinum í størsta álvara og liva saman, »til deyðin ger skilnað teirra millum«.
Og næstseinasta vikuskifti hátíðarhildu Heinina og Sigurd Gaard Hansen so diamantbrúdleyp. Men hóast tey hava livað eitt gott lív saman, so hava brúdleypsdagarnir ikki altíð verið teir bestu.
- Tá vit giftust 26. februar 1950, hevði hann ligið við metrar tjúkkum kava, og bloti var byrjaður at koma í. Ikki var hugsingur um at koyra bil, so hóast bilur var í húsinum, so máttu vit til gongu. Heinina, full upp undir hendur, mátti í gummistyvlar, og so avstað, sigur Sigurd Hansen um hetta teirra fyrsta brúdleyp.
- Ja, har var einki at gera, leggur Heinina aftrat, tað var jú stór skomm at føða barn uttan at vera gift, so tað máttu vit fáa frá hondini fyrst.
Tríggjar vikur seinni var Óla Jákup, fyrsta barnið, føddur.
Hittust í Tórshøll
Heinina og Sigurd gloyma ongantíð fyrstu ferð tey hittust.
Tað var grind í Havn, og sjálvandi var grindadansur í Sjónleikarhúsinum. Tveir tilkomnir nólsoyingar høvdu verið í grind og skuldu sjálvandi eisini við í grindadansin, og við til Havnar slapp Heinina, 14 ára gomul, saman við einari vinkonu síni. Á veg niðan í Sjónleikarhúsið vóru báðar genturnar sleptar inn í Tórshøll, sum tá helt til har Thomas Dam hevur handil í Tórsgøtu við síðuna av gamla Sam Olsen.
- Eg legði beinanvegin merki til vøkru ungu gentuna, og dansaði av makt við henni, sjálvt um rift var um hana frá hinum dreingjunum, minnist Sigurd Hansen.
Meðan hesi bæði ungu so dansa, standa tveir eftir Sigurd’sa tykki stórir eldri menn inni í Tórshøll og vinka tær báðar ungu geturnar við sær.
Sigurd bygdi sær upp mót til at fylgja ungu Heininu oman á Kongabrúnna, har hon skuldi í bátin til Nólsoyar aftur, men við teimum báðum gomlu gangandi aftanfyri, gjørdist tað ikki til tey stóru diddubrøgdini.
- Eg ætlaði einaferð at taka undir armin á henni, men tordi ikki fyri teimum gomlu aftanfyri, greiðir Sigurd frá.
Og Heinina leggur upp í.
- Tað var ótrúliga undarligt. Her gekk hesin unglingin og fylgdist við okkum allan vegin úr Tórshøll oman á Kongabrúnna, men ongantíð kom eitt einasta orð burtur úr honum. Tað hava vit ofta flent eftir síðani, sigur diamantbrúðurin.
Hvønn ein mikudag...
Hetta var í 1945, og seinni, tá Heinina var fermd, fór hon til Havnar í húspláss. Hon starvaðist fyrst hjá Husted-Andersen og fór síðani at tæna hjá Niels Johannesen, heilsølumanni, ið hevði bústað, har sum perkeringsplássið nú er millum gamla sølustaðið hjá Frants Restorffs var og City.
Lagnan vildi, at Sigurd Hansen starvaðist á goymsluni hjá sama heilsølumanni, og har hittist parið úr Tórshøll so aftur.
- Ja, vit hava hildið saman líka síðani. Og eg minnist, hvussu stuttligt tað var at fara upp um morgnarnar til dagsins dont, tí eg gleddi meg altíð til um kvøldarnar, tá vit høvdu okkara stevnumøtir. Og fast var, at hvørt mikukvøld fóru vit í dans í Tórshøll; tá var dansur har hvørt mikukvøld, sigur Heinina Hansen.
Annars spákaðu tey bara runt í býnum, onkuntíð fóru tey í biograf, onkra aðra tíð fóru tey á restaurant.
- Tað var nakað heilt annað enn í dag. Tá gleddu vit okkum til at vera saman, í dag eru tey ungu saman alla tíðina, sigur Heinina.
Seinast í 40-árunum vóru viðurskiftini soleiðis, at ungar gentur av bygd fóru til havnar at tæna sum húshjálp, meðan ungu dreingirnir fóru til skips.
- Eg minnist bert tvey ung á mínum aldri, sum fóru til Havnar at lesa. Onnur var dóttir til eini bóndahjún, sum hartil eisini høvdu handil, og hin var sonur lærarans, sigur Heinina Hansen.
Ikki bert gaman
Eftir at Heinina og Sigurd vórðu gift og stutt eftir fingu sítt fyrsta barn, gjørdu tey skjótt av.
- Heinina átti fýra dreingir eftir fýra árum, og hon var bert 22, tá hon átti tan fjórða. So gingu trý ár, inntil »eftirnølarin«, ein dóttir kom, sigur Sigurd Hansen.
Sjálvur arbeiddi hann hjá Nielsn Johannesen heilsølu í fýra ár, men gavst so og fór at arbeiða hjá kommununi.
- Pápi mín var arbeiðsformaður, so tað lá væl fyri. Eg var millum annað við at gera vegir og tvær brýr hvørtur um Havnará úti í Marknagili, sigur Sigurd Hansen.
Seinni fór hann at læra til snikkara, men tað var ein stutt karriera, tí skjótt keypti meistarin ein lastbil, og so endaði Sigurd sum latsbilførari.
- Tað leiddist mær tó við sum fráleið, og eg gavst. Síðani fór eg at koyra taxa, og tað gjørdi eg heilt frá 1950 fram til 1963, sigur Sigurd Hansen.
Eftir hetta arbeiddi hann millum annað sum múrari og var eitt nú við til at byggja studentarskúlan í Hoydølum. Men so ein dagin, tá hann skuldi seta ein lista upp í køkinum, gleið hann á køksborðinum, og armurin fall á nakrar koppar við tí úrsliti, at ein spong varð skorin av.
Einki er tó so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt, og hetta óhappið førdi við sær, at hann kom á skrivstovuna hjá Lønjavningargrunninum, har hann var i samfull 24 ár, til hann fór frá við pensjón.
Hetta óhappið við arminum var tó ikki einasta bakkastið, hjúnini Hansen kendu. Í 1975 mistu tey næstelsta sonin, bert 23 ára gamlan.
Besta stað á jørð
Heinina var hinvegin heimagangandi í fleiri ár, men so byrjaði hon hjá Poul Restorff, har hon var í eitt ár, og síðani fór hon í Smæruna at arbeiða, eisini í eitt ár.
- Í 1968 byrjaði eg so á kondittarínum, og har var eg heilt ril kondittaríið lat aftur 1. apríl 2002, sigur Heinina Hansen.
Tey bæði yvirtøoku barnaheimið hjá Sigurd í 1974, og búleikaðust har heilt fram til pensjónsaldurin.
- Okkum hava altíð dámað sera væl í Nólsoy. Eg eri jú fødd og uppvaksin her, men eisini Sigurd hevur altíð trivist framúr væl her úti. Tí var tað sum so ongantíð nakar ivi í okkara sinni, at vit skuldu út her at njóta okkara otinum, sigur Heinina Hansen.
Og væl dáma teimum. Sigurd hugnar sær í skúrðinum hjá Tóru, ein 38 fót útróðrarbátur, sum systirsynir Heininu eiga, og hann rekur mangan stampin um gjøgnum vikuna.
Heinina er meira til dagtilhaldið í Nólsoy, sum hevur opið tríggjar ferðir um vikuna, men hon tekst eisini við hondarbeiði í sambandi við heimavirkið í bygdini.
- Vit kunnu ikki siga, at okkar brúdleypsdagar hava verið so sera hepnir. Brúdleypið stóð í metrar høgum kava og gummistyvlum, og bæði til silvur- og til gullbrúdleypið hevði eg høgan fepur, og var bert eitt eiti av mær sjálvum, sigur Heinina Hansen.
Diamantbrúdleypið var heldur frægari.
- Ja, tá hendi einki annað sjálvt brúdleypskvøldið, enn at kjólin skrædnaði. Dagin eftir legðist eg tó sjúk og lá inni eina heila viku, sigur Heinina Hansen.
Men hava brúdleypsdagarnir ikki verið teir hepnastu, og eru tey bæði sera glað fyri at njóta sítt otium í Nólsoy.
- Hetta er besta stað á jørð, eru tey bæði samd um.
Ommubeiggin við í veitslu
Tað stór at lesa í Sosialinum undan diamantbrúdleypinum hjá Heininu og Sigurd Hansen, at gubbi Heininu, Richard Jacobsen, fór at verða við í hátíðarhaldinum. Og tað var hann eisini.
Men Richard er meiri enn gubbi at Heininu, hann er eisini ommubeiggi hennara.
Gaman í er hann 21 ár yngri enn omma Heininu, og gaman í er hann bert tvey ár yngri enn pápi Heininu, men tað broytir ikki um tann veruleika, at hann er ommubeiggi diamantbrúðrina.
Um hetta er eindømi, at ein ommubeiggi av brúðrini er við til eitt diamantbrúdleyp er ikki til at siga, men tað hoyrir í hvussu er ikki gerandisdegnum til.