Heppin í óhappinum

Eitt ferðsluóhapp innanfyri Skipanes um gott 9-tíðina leygarmorgunin kundi verið endað við eini vanlukku. Á myndini sæst, at bilurin hevur rent seg í ein stóran klett í veggrøvini

Ferðsla

Ein bilur við einum manni kemur koyrandi úteftir Skálafjørðinum. Tá ið hann nærkast Skipanesi, koyrir førarin niðan í øvuta síðu, fer niðan av vegnum og endar beint í einum stórum kletti, sum liggur við veggrøvina.
Bilurin stendur so nógv uppeftir enda, at vinstra afturhjólið hongur uppi.
Løgreglan í Runavík fekk fráboðan um hendingina klokkan 9.15 og fór beinanvegin á staðið saman við sjúkrabili og brandbili.

Tosaði róliga
- Tá ið vit komu á staðið, var bilførarin við fullum viti. Hann tosaði róliga og greiddi frá, at hann føldi sær okkurt í bringuni og at beinini tóktust føst. Tíbetur var ikki líkt til, at hann hevði fingið nakað sjónligt mein.
Løgreglan sigur, at neyðugt var at skera hurð og stólpa, soleiðis at maðurin kundi fáast úr bilinum.
- Roykur var eingin, so vit hildu ikki, at vandi var fyri eldi.
Tað tók brandmonnunum einar 15-20 minuttir at fáa mannin úr bilinum, sum síðan varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Av útróðri
Sum skilst, kom maðurin, sum annars hevði verið á útróðri, væl frá hendingini, men hann var eymur í kroppinum eftir stoytin, hann hevði fingið.
At bilurin er sterkur og úr góðum jarni, hevur ivaleyst havt sín týdning fyri bilføraran.