Herða stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum

HERÐIR STRÍÐIÐ Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at herða stríðið ímóti rúsevnum

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, herðir nú stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum.
Í hesum sambandi fer hann nú at broyta lógina um rúsevni og tað verður lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Karsten Hansen sigur, at á hesum øki er lógarverkið í Føroyum afturúrsiglt og tískil eru broytingar neyðugar.
Í fyrstu syftu er endamálið at dagføra listan yvir evni, sum eru ólóglig.
Listin yvir slík evni verður javnan dagførdur aðrastaðni, men tað er hann ikki í Føroyum.
Men eftirsum arbeiðið er farið ígongd, ætlar hann at taka aðrar broytingar við eisini.
Tískil hevur hann kallað saman til fund við løgregluna, tollvaldið, Fólkaheilsuráðið og SSP samstarvið, sum er samstarv ímillum Skúla, løgreglu og almennu myndugleikarnar í sambandi við børn og ung.
- Á hesum fundinum, sum verður í næstu framtíð, vil landsstýrismaðurin hoyra frá teimum ymsu pørtunum, akkurát, hvussu landið liggur og, hvørjar ábøtur kunnu gerast.
Í hesum sambandi allar hann at venda hvørjum steini, eisini trupulleikanum við, at løgreglan kemur javnan fram á, at Ritalin, sum er heilivágur fyri ADHD, verður seldur og brúktur at rúsa seg við.
- Tað er eisini ein trupulleiki, vit mugu taka upp. Sjálvandi skulu tey, sum hava brúk fyri heilivági, fáa tað, tey hava brúk fyri. Men tað er okkurt galið, tá ið tað ber til at fáa so nógvan heilivág, at tað ber til at selja burtur av til misnýtarar, sigur landsstýrismaðurin.

Hassfræ skal bannast
Nú er at kalla dagligur kostur at frætta, at løgreglan leggur hald á størri og smærri hassjplantasjur og Karsten Hansen staðfestir, at hetta er avgjørt ein spurningur, sum eisini verður tikin upp.
- Tað sigur seg sjálvt, at løgreglan finnur bara av brotpart av teimum hassplantum, sum eru.
- So tá ið løgreglan finnur, so nógvar, sum talan hevur verið um, er tað greitt tekin um, at tað er mangt slíkt til í landinum.
- Men tað kann altso ikki vera meiningin, at tað skal vera loyvt at innflyta hassjfræ til Føroya, sigur hann.
- Ongin kann liva við, at tað skal vera loyvt at innflyta hassfræ, sum tað annars bæði er ólógligt at dyrka, innflyta og at brúka.
Tað er enn ikki greitt, um hetta er hansara málsøki.
Tað skal kannast nú, men liggur tað undir onkrum øðrum aðalráðið, fer Karsten Hansen at taka samstarv upp við tað landsstýrisfólki um eitt felags átak og samstarv um at banna hassfræi.
Endamálið hjá Karsten Hansen er at fáa ein lógarpakka í Løgtingið fyri at basa rúsevnum.