Eyðun Joensen
-----
Komin úr aftur Kringvarpsstýrinum, má tað vera loyvt mær sum vanligur lurtari at fegnast um tað, sum ÚF hóast alt framvegis útinnur lurtarum til gleði og gagns.
Hugsað verður í hesum umfari bert um morgumlestrarnar, sum ein stórur meiriluti av fólkinum so staðiliga vildu varveita við endursending um framfaringatíð hjá aldrandi fólkum heima eins og á røktarstovnum.
Tað var aftaná ávíst brúkaratrýst heppið, at vit, skil og rættar kenslur umsíðir vunnu á treiskni, hugmóði, valdi og trongari mentannartilvitsku hjá nýggjum kveiststrum.
Morgumlestrar eru afturvið góðum, nýupptiknum sálmasangi dagligur lívsvísdómur og daglig siðvenja fyri mong á sjógvi og landi, til verka so væl sum í ellini og í dagsins meldri ein tiltrongd still løta.
Tó at onnur eyðvitað eisini høvdu dugað, eru tað prestar ,sum skriva og gott tað sama, tí so gerast lestrar stuttir, greiðir og tignarligir og uttan at hoyggja bíbliuna í gjøgnum við alskyns bíbliusitatum og málageipi afturvið.
Ofta er tað eitt vikutema við samanhangi í , t.d. í tráð við kirkjuárið og mangan eisini við heimsspekiligum íkasti , stutt og greið orð til dagin og vegin.
Lestrar valdast, ikki í dygd, men í ymiskleika alt eftir hvør skrivar, men bara gott tað sama, tí tað ber í sær fjølbroytni og forvitni millum lurtarar.
Plægi at lurta , ofta bert hissini eftir fyrru sending kl.7.10 og so ordiliga umaftur kl.10.10, tá og um nakað serliga sigandi hevur fangað og annars bert at njóta enn eina tiltrongda, stilla løtu.
Síðani er tað sálmasangurin , har nýggjar upptøkur hjá Hansen, Armgarð og Sólstein í sjálvum sær er ein boðskapur afturat. (Ætlaði mær at fáa hendur á hesa frálíku fløgu, men gakk, hon var straks útseld, og veit eg hana ikki endurprentaða enn, sum í sjálvum sær má undra í einum støðugt peningatrongdum kringvarpi).
Annað, sum sjáldan verður tikið fram, er sjálvur upplesturin, har fólk í ymsum kirkjusóknum ,helst útvald av presti ,lesa.
Av tí at kirkjusóknir eru víða hvar um landið, fáa vit at hoyra ymiskt mergjað bygdarmál, og hóast røddir hava verið frammi um standardiserað føroyskt (mið)-mál, so er tað so vælgerandi at lýða á okkara fjølbroytta bygdarmál víða hvar.
Vit skulu varðveira bygdarmálini, tí tey hoyra til okkara samhaldsfasta samleika sum føroyingar, og ikki bilar hjá fólki flest at skilja, síðani tekstir og innihald ofta eru kend.
Framburður hava eins og tekstir nakað við estetik at gera, og má eg av mongum, og uttan at seta nakran eftir, siga, at tá IPD, prestur í vetur skrivaði og MS las á so góðum og greiðum vágamáli, tá fekst bæði ein heimspekilig/gudilig og mál-estetisk uppliving alt um eina leið.
Gamaní eru tað kanska mest aldrandi fólk, sum líða á morgumlestrar, og tí er tað umráðandi, at lestrar vera bornir fram greitt , skilliga og við sóma. Aðrastaðni fáa fólk (sjónleikarar, upplesarar og miðlafólk) frálæru í slíkum, men í morgumlestrarhøpi eiga vit mong náturutallent í so máta, vísir tað seg.
Væl er sálmasongurin av tí forna slagnum uttan nútímans trummur, slagverk og annað gykl, men hann er væl framborðin og upptikin og í sjálvum sær ein frægd at líða á. Tøkk fái KVF fyri nýggjar upptøkur ,og at tit síðani eisini hava leitað inn um samkomugátt at taka upp.
Væl telja morgumlestrar, sálmar og sangir bara heilt fá prosent av samlaðu senditíðini, harav morgummlestrarnir uml.1,5 % íroknað endursending, men tað er væl farið til tey mongu áhugaðu, sum fegin ella tvungin gjalda fyri eisini alla hina sendiflatuna í ÚF.
Morgumlestrar hava higartil verið góð, føroysk siðvenja í ÚF í yvir hálva øld.
P.S.: Tá nýggjur DR-stjóri tók við farna heyst, segði daman seg sum mest vilja savna donsku tjóðina gjøgnum danska kringvarpið.
Sjálvur meti eg, at ÚF eisini við sínum morgumlestrum, andaktum, sálmum og sangum er við til at savna føroyingar um hóast alt okkurt felags, tí í tí førinum verður neyvan skeitt til samkomutilknýti, men at so mong lurta ella hyggja, óansæð hvør borðreiðir og hvussu.
Men mín sann um ikki nýggi, danski kringvarpsstjórin herfyri eisini ætlaði at skerja teirra morgumlestrar, tó fólk staðiliga mótmæltu og harvið kanska fingu stjóran at hugsa seg um av nýggjum.
Og fjálgt kendist tað, tá eg snimma í morgum tendraði lurtini, og undansálmurin/dymbuldagasálmur ljómaði úr ÚF.
So varð í ÚF skrúvað niður og prestur at lesa, men gakk, sami sálmur ljómaði framvegis , til eg varnaðist meg eisini hava skrúvað DR2 frá , sum samstundis sendi sín morgumlestur og snøgt sama sálma.
Góðar páskir.