B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla Rasmus Reihdar Nissen. Hann er úr Danmark og spælir í álopinum. Tí er at rokna sum ein avloysari fyri Uros Stojanov, sum er farin inn á Skála.
Talan er um 182 sentimetrar høgan áleypara, sum er uppvaksin í OB og hevur seinasta árið verið knýttur at Kolding við leigusáttmála. B36 sigur víðari, at sáttmálin er undirskrivaður og nú verður bíðað eftir at fáa leikaraloyvið upp á pláss.
B36 spælir hósdagin móti FK Borac Banja úr Bosnia Herzegovina. B36 tapti útidystin 2-0.
B36.fo skrivar:
B36 hevur skrivað undir sáttmála við danska Rasmus Reihdar Nissen, sum skal styrkja um álopspartin. Rasmus Nissen, sum er 21 ára gamal, er uppaldur í danska OB, og hevur seinasta árið verið knýttur at Kolding við leigusáttmála.
Hann er 182 sentimetrar høgur, og verður lýstur sum ein sterkur og skjótur spælari, sum hevur eitt sera gott skot. Skotið er esini nýtt nógv í ungdómsrøðunum, har hann millum annað var toppskjútt, tá OB vann DM fyri U19 lið. Enn er gjøgnumbrotið á hægsta stigi í Danmark tó ikki komið, og hetta fram til kappingarlok verður tað her hjá okkum, at hann skal royna seg.
Sáttmálin við Rasmus varð undirskrivaður í dag, og nú skulu pappírini viðvíkjandi leikaraflytingini góðkennast.