Her er avloysarin hjá Smyrli

AVLOYSARASKIP Strandferðslan hevur nú funnið skipið, sum skal avloysa Smyril ímeðan hann fer í dokk í september

Nú er greitt, hvat fyri skip, skal avloysa strandfaraskipið, Smyril, tá ið hann fer í dokk í september.
Samráðingarnar um eitt leigumál eru komnar heilt væl áleiðis og kemur ikki okkurt helt óvanligt í vegin, verður ein sáttmáli undirskrivaður heilt skjótt, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Strandferðslan hevur mangan fingið harðar ábreiðslur fyri tey skipini, sum hon hevur funnið at avloysa á suðuroyarleiðini, tá ið Smyril hevur verið í dokk, tí hvørki politikarar ella ferðafólk hava mett, at skip sum St. Ola ella Claymore, hava verið nøktandi alternativ til Smyril.
Men hesuferð verður neyvan nakað at fýlast á, tí skipið, sum Strandferðslan hevur funnið, er bæði stórt og gott.
Talan er um ferjuna, Regina Baltica, sum eitt felag í Riga eigur og sum er bygd í Finnlandi í 1980.
Ferjan er nakað størri enn Smyril, ella 145 metrar long og hon tekur 1500 fólk og næstan 500 bilar, tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.
Tá ið hon kemur til Føroyar, verða partar av henni, náttklubbar og annað, stongt
Ferjan siglur góð 21 míl, men av tí, at hon er so stór og høg, er væntandi, at hon verður verri at manøvrera og tí sigur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni, at tey vænta, at hvør ferð ímillum Suðuroy og Havnina fer at taka 10-15 minuttir longri enn við Smyrli.
Regina Baltica fer at avloysa Smyril í einar fýra vikur,ella gott tað.
Conrad Gaard Joensen hevur verið og hugt eftir skipinum og hann sigur, at hann er væl nøgdur við tað, tí skipið er vælhildið og nossligt.