Her er avloysarin hjá Ronaldo í United

Manchester United hevur í kvøld vunnið seg víðari í Liga Cup, og nýggjur áleypari er á veg

Manchester United hevur í kvøld við sigri 3-0 á Charlton vunnið seg í hálvfinaluna í Liga Cup. Anthony skoraði eitt vakurt mál í fyrra hálvleiki. Móti dystarenda staðfesti innskiftið Marcus Rashford sigurin við tveimum málum.

 

Manchester United hevur nú vunnið átta dystir upp í slag, men tað hevur ikki verið uttan rok. Cristiano Ronaldo setti eld í við umstríddari samrøðu við líka umstrídda Piers Morgan. Tað endaði við hjúnaskilnaði millum Cristiano Ronaldo og Manchester United.

 

Cristiano Ronaldo hevur funnið sær nýtt felag í saudiarabiska Al Nassr, meðan Manchester United fyribils hevur funnið ein avloysara í Marcus Rashford, sum er í stórformi. Manchester United hevur nú funnið ein spælara, sum skal avloysa Cristiano Ronaldo.

 

Talan er nakað óvæntað um hollendska HM-risan, Wout Weghorst. Tað er ein stórur og sterkur áleypari, sum í løtuni nokk er mest kendur fyri at vera í hornatøkum við Lionel Messi til HM-endaspælið.

 

Hann er sáttmálabundin í Burnley, sum spælir í nærstbestu deildini í Onglandi, men hevur verið útleigaður til turkiska Bestiktas. Enskir miðlar saman við kenda ítróttarskrivaranum, Fabrizio Romano, at Manchester United, Besiktas og Burnley eru komin ásamt um eina avtalu.

 

Hon er at Besiktast fær nakað av pengum, fyri at lata Wout Weghorst leysan fyri tíð, og Burnley ger nýggja leigusáttmála við hollendska áleyparan, sum nú verður útleigaður til Manchester United. Venjarin hjá Manchester United, Erik ten Hag, og Wout Weghorst eru landsmenn.