Hann er 17 ára gamal og er sonur størsta eigaran í Swansea. Hann skrivaði undan dystinum, at hann fór at drála sum bóltadrongur.
Myndirnar frá Liga Cup hálvfinaluni millum Swansea og Chelsea, tá Chelsea spælarin, Eden Hazard, tóktist sparka til ein bóltadrong fór heimin runt í gjár.
Tað vísur seg nú, at bóltadrongur er 17 ára gamli Charlie Morgan. Hann er sonur Martin Morgan, sum eigur fleiri gistingarhús og er góður fyri áleið 375 milliónir krónur, og eigur 22,5 prosent av Swansea City, skriva bretskir miðlar í dag.
Charlie Morgan skrivaði eisini á sína Twitter síðu undan dystinum, at hann fór at drála.
- Kongurin av bóltadreingjum er aftur fyri seinastu ferð #brúk #fyri #tíðarspill ("The king of all ball boys is back making his final appearance #needed #for #timewasting.)
Tað eru ymiskar meiningar um hendingina í gjár. Menn sum Michael Owen og Gareth Bale tykjast verja Eden Hazard, umframt at fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Glenn Hoddle, metir at bóltdreingirnir drálaðu fleiri ferðir.
Millum annað Rio Ferdinand og Phil Neville eru tó ikki í iva. Teir siga, at tað er ongin ivi um at Eden Hazard skal hava reytt kort.
Hvat heldur tú? Ger bóltadrongurin ov nógv av, ella er tað Eden Hazard, sum til ein og hvørja tíð skal hava tamarhald á sær sjálvum?
Til ber at síggja ótrúligu hendingina umvegis heimasíðuna hjá Dailymail við at trýsta HER. (Sjonbandabrotið er niðast í greinini)