Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League hevur verið í dag. Verandi vinnararnir úr Chelsea møta søguliga mesta vinnandi felagnum í kappingini, Chelsea.
Atletico Madrid skal aftur til Manchester. Hesa ferð móti Manchester City. Atletico Madrid vann á Manchester United í 1/8 finalunum. Ein av favorittunum er Bayern Munchen og favorittleikluturin er ikki minni av, at týski risin skal møta Villarreal í fjórðingsfinaluni. Liverpool fekk á pappírinum eitt gott lutakast, tí teir møta Benfica, sum vann eitt sindur óuppiborið á Ajax í 1/8 finalunum.
Vinnarin av Chelsea – Real Madrid skal møta vinnaranum av Manchester City – Atletico Madrid í hálvfinaluni. Í hini hálvfinaluni er tað vinnarin av Villarreal – Bayern Munchen móti vinnaranum Benfica – Liverpool.
Champions League fjórðingsfinalur:
Chelsea – Real Madrid
Manchester City – Atletico Madrid
Villarreal – Bayern Munchen
Benfica – Liverpool