Her er hópurin hjá Gibraltar sum møtir Føroyum 8. september

Dysturin verður leiktur á Europa Point leikvøllinum mánakvøldið 8. september

Tey gleða seg í Gibraltar. Tey fáa loksins ein veruligan heimadyst móti Føroyum í HM-undankappingini aftaná at hava spælt "heimadystir" í HM-undankappingini móti Kekkia og Kroatia í Faro í Portugal. Hetta er eisini FIFA í einum nøtuhylki. Tey størri londini skulu sleppa undan at spæla móti Gibraltar í Gibraltar, meðan lítlu Føroyar skulu spæla sín útidyst í Gibraltar. 

 

8. september klokkan 19.45 tekur Gibraltar móti Føroyum á Europa Point leikvøllinum í dysti í HM-undanbólki K.

 

Fýra dagar frammanundan, hósdagin 4. september spælir Gibraltar á sama vølli venjingardyst móti Albania. Føroyar spæla á heimavølli móti Kroatia, fríggjakvøldið 5. september klokkan 19.45.

 

Gibraltar fær sostatt ein dag meira hvílitíð, umframt, at okkara menn skulu ferðast longu leiðina til Gibraltar. 

 

Landsliðsvenjarin hjá Gibraltar, Scott Wiseman hevur í dag kunngjørt hópin til dystirnar móti Albania og Føroyum.

 

Ungdómsleikarin hjá Manchester United, James Scanlon sum skoraði eitt gott mál móti Føroyum, tá okkara vunnu 2-1 á Gibraltar 9. juni, er við í hópinum.

 

Myndin av hópinum er frá facebooksíðuni hjá gibraltarianska fótbóltssambandinum:

 

##med2##