Her er lutakastið í Europa League

Europa League: Øll feløgini tykjast raðfesta kappingina

Í dag hevur lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Europa League verið. Talan er um lítla beiggja hjá Champions League, men felags fyri feløgini í fjórðingsfinaluni er, at tey tykjast raðfesta kappingina.

 

RB Leipzig er í skugganum av Bayern Munchen og Borussia Dortmund í Týsklandi, og kom uttan dyst í fjórðingsfinaluna. Teir møta Atalanta, sum hevur undirhildið í italskum fótbólti við álopskendum spæli, men hevur ikki vunnið nakað.

 

Eintracht Frankfurt undirheldur eisini í týskum fótbólti, men tað er langt upp til Bayern Munchen og landskappingargull. Hendan kappingin burdi verið ov lítil til FC Barcelona, men katalanska stórfelagið er í fíggjarkreppu, men ítróttarliga er framgongd at hóma og ein sigur í Europa League kundi givið ungu spælarunum ein góða uppliving.

 

West Ham er vanliga ikki at síggja á vøllinum til evropadystir, men við sigrinum á Sevilla hevur felagið úr London møguliga funnið ein veg til Champions League, sum er lættari enn at koppa teimum stóru í Premier League. Mótstøðan er Lyon, sum plagdi at gera um seg í Evropa, men nú er í skugganum av PSG í Fraklandi.

 

Braga er eitt sindur óvæntað við í fjórðingsfinaluni, men við sigri á Monako, so er ein ávaring send út til hini liðini. Rangers hevur verið niðri og vent í lægri deildunum, eftir at felagið fór á heysin. Nú eru teir aftur og ætla sær helst gera um seg heilt til seinasta bríksl í kappingini.

 

Vinnari av RB Leipzig – Atalanta møtir vinnaranum av Braga – Rangers í hálvfinaluni, meðan vinnarin av West Ham – Lyon møtir vinnaranum av Eintracht Frankfurt – FC Barcleona.

 

Europa League fjórðingsfinalur:

 

RB Leipzig – Atalanta

 

Eintracht Frankfurt – FC Barcleona

 

West Ham – Lyon

 

Braga - Rangers