- Her er misskiljing komin í

Fatboy Slim letur ikki pengar til at steðga grindadrápi

Tað er ein misskiljing, at Fatboy Slim skal lata pening til arbeiði, ið beinleiðis hevur til endamáls at steðga grindadrápi.

Tað sigur Fred Ruddick, ið er bókarin hjá G! festivalinum.

Hann sigur, at G! festivalurin hevur verið í sambandi við umboðini hjá Fatboy Slim, og at endamálið við peningagávuni hjá Fatboy Slim er nátturuvarðveitsla yvirhøvur, og er ikki ætlað sum álop móti føroyingum.

- Peningurin fer til tveir felagsskapir. Vit vita ikki hvørjir teir eru, men tað er ikki ætlanin, at peningurin skal steðga grindadrápi. Annar av felagsskapunum er umhvørvisfelagsskapur, ið fæst við varðveitslu av sjónum, og tey síggja jú gjarna, at grindadrápið heldur uppat. Men tað er ikki so, at tað skal skiljast, sum at tey nú fara at arbeiða fyri, at grindadrápi heldur uppat.

- Fatboy Slim hevur veruliga roynt at gera tað rætta. Hann var undir øgiligum trýsti, áðrenn hann kom upp til Føroyar, og tað sóu vit eisini á sosialu miðlunum hjá honum. Men hann hevur veruliga roynt at vera rættvísur yvir fyri føroyingum og at síggja málið frá báðum síðum, sigur Fred Ruddick.