Her er nýggja ferjan hjá Strandferðsluni

Strandferðslan hevur keypt hana við tí endamáli at hjálpa Teistanum at sigla upp á Sandoynna

Mánadagin skrivaði Strandferðslan undir sáttmála um at keypa norsku ferjuni M/F Hasfjord. Hasfjord er bygd í 1975 á Harstad Mek Verksted AS, og hon er 40,7 m long og 9,5 m breið.

Beint eftir undirskrivingina fór ferjan á Sandnessjøen, Slipen verksted, og fyrst í komandi ári verður ferð sett á umvælingararbeiðini, ið klassin krevur áðrenn hon fær loyvi at sigla í Føroyum.

Ferjan skal brúkast sum farmaskip til tungan farm, og sostatt hevur hon bara loyvi til at føra 12 ferðafólk.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, upplýsti fyri okkum fríggjadagin, at talan er um eitt skip, sum tekur umleið líka nógv sum Ternan.

Gongst væl í hond, verður ferjan klár at seta í sigling um mánaðarskiftið januar – februar.

Stjórin á Strandferðslan sigur, at tær 10 milliónirnar, Løgtingið hevur játtað, skulu strekkja til at keypa ferjuna fyri, og at gera hana klára til sigling.

Krøvini til farmaflutning í Sandoynna er stórur í sambandi við Sandoyartunnilin, og hann fer at veksa enn meir, nú Bakkafrost fer undir virksemið, samstundis sum at farið verður undir Dalstunnilin, og fiskavirkið í Sandoy eisini væntar at fáa tørv á at flyta meiri fisk í oynna at virka.

– Vit hava boðað frá, at skulu vit loysa hesa uppgávuna, kann tað bara gerast við at vit fáa eitt farmaskip afturat Teistanum, soleiðis at bæði betongbilar, og annar tungur farmur, verður skildur burtur frá vanliga ferðafólkaflutninginum.