Nýggjur leiðari til ráðgevingina og kreppumiðstøðina í Kvinnuhúsinum, er Eyðvør Tausen Olsen.
Eyðvør Tausen Olsen er 53 ára gomul, útbúgvin námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur tikið M.Sc. í heilsuvísindi við harðskapi móti kvinnum og í parløgum sum fokusøki. Eyðvør kemur úr einum starvi í psykriatriini og hon hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum á Kvinnuhúsinum, bæði sum sjálvboðin vakt, í ráðgevingini og á kreppimiðstøðini. Eyðvør byrjar í starvinum 1. september.
Nógv sløg av harðskapi eru til
Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnum mørk.
Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum, sum prógv fyri harðskapi. Harðskapur er ofta duldur, kemur sníkjandi, so tað er trupult og kann taka drúgva tíð at varnast, at talan er um harðskap.
Harðskapur kann vera kropsligur og sjónligur, men harðskapur kann eisini vera sálarligur, kynsligur, tráfylgjan/stalking, matriellur, fíggjarligur ella talgildugur.
Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið er í eini broytingartilgongd og fer seinni í ár ella fyrst í 2023 at veita ráðgeving og vegleiðing ikki bert til kvinnur, men eisini til menn.
Í Kvinnuhúsinum kunnu øll sum hava verið fyri harðskapi í nærsambondum fáa møguleika fyri at koma til viðtalu og fáa ráðgeving í hjálp til sjálvhjálp. Harafturat er møguleiki at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at húsinum.
Umframt leiðaran starvast trý starvsfólk og eisini eru 35 sjálvbodnar vaktir knýttar at Kreppumiðstøðin, har kvinnur saman við børnum kunnu gista í avmarkaða tíð.