Nógv bendir á, at sáttmálaleysi Nicklas Bendtner hevur funnið sær eitt nýtt felag. Talan er um týska felagið VfL Wolfsburg, sum seinasta kappingarár endaði á 5. plássi í Bundesliguni.
Fyrr í dag hava bæði Wolfsburg og umboðsmaðurin hjá Bendtner váttað, at samband hevur verið ímillum partartarnar, og í kvøld veit Sky at siga, at partarnir eru vorðnir samdir um ein sáttmála.
Áður hava feløg sum Frankfurt, Aston Villa og Olympiakos verið inni í myndini um at tryggja sær 26 ára gamla áleyparan, men tað hevur serliga verið kravið um eina rimmar løn, sum hevur verið í vegin.
Leingi er tað, ið væl skal vera, og nú sær út til at Bendtner loksins hevur funnið eitt felag, ið vil rinda honum tær umleið 40 milliónir krónurnar um árið, sum hann hevur kravt.
Sambært Sky, so verður sáttmálin ímillum VfL Wolfsburg og Nicklas Bendtner undirskrivaður í morgin.