Tað verður Liz Truss, sum verður næsta forkvinna í konservativa flokkinum í Onglandi, og sostatt eisini forsætisráðfrú í Onglandi. Tað er greitt, beint nú limirnir í konservativa flokkinum hava gjørt av, hvør skal taka við eftir umstrídda Boris Johnson, sum legði frá sær fyrr í ár.
Úrslitið av valinum hevur verið greitt í nakrar dagar, men tað var beint nú, at nýgga forsætisráðfrúan varð avdúkað. Hon fekk yvir 81.000 atkvøður, ella góð 57 prosent av atkvøðunum, og avbjóðarin, Rishi Sunak, fekk góðar 60.000 atkvøður. Tilsamans tóku stívliga 82 prosent av limunum í Konservativu lut í atkvøðugreiðsluni.
Tað er ikki óvæntað, at hon vann valið, tí hon hevur ligið trygt á odda øllum veljarakanningunum í seinastuni. Men sigurin var ikki so sannførandi, sum hon hevði vónað og væntað eftir veljarakanningunum at døma. Og eygleiðarar siga longu nú, at tað setir hana í eina veika støðu, tí konservativi flokkurin er í tvíningum, og ósemjan ímillum teir báðar veingirnar, tey, sum taka undir við henni, og tey, sum ikki vilja vitað av henni, er stórur.