Hóast øll kunnu vera samd um, at fleiri fyrilit eiga at verða tikin, tá úrslitið av Pisa undankanningini verður viðgjørt, so skerst ikki burtur, at føroysku skúlarnir í miðal liggja millum 337 og 423 stig, og at skúlarnir í toppinum liggja í miðstaðarøkinum.
Vit hava ringt runt til allar skúlastjórarnar á skúlunum, sum tóku lut í Pisa-undankanningini, fyri at kanna hvat skoðsmál teir fingu í miðal.
Vit fingu ikki orð á skúlastjórarnar á Sandi, Tvøroyri og á Giljanesi, og skúlastjórin í skúlanum við Ósánna vildi onki upplýsa. Sum myndir teknar seg í løtuni, kundi nógv bent á, at bestu skoðsmálini eru at finna í meginøkinum, meðan útjaðarin er verri fyri.
Støddfrøði best
Sjálvsagt er stórur almennur áhugi fyri miðalúrslitinum hjá einstøku skúlunum. Flestu skúlastjórarnir hava kunnað lærararnar, sum sjálvsagt eru sera forvitnir eftir at hoyra úrslitið, og onkur hevur eisini kunnað næmingarnar. Eitt sum gongur aftur á nógvum skúlum er, at úrslitið er betri í støddfrøði, meðan lesingin og náttúrulærugreinarnar hála miðaltalið niður.
Úrslitini her á landi liggja væl lægri enn altjóða miðaltalið, sum er 500. Nógvir stjórar søgdu, at úrslitið kom ikki óvart á teir, hvørki tað á teirra skúla ella hjá landinum sum heild. Allir søgdu seg taka úrslitið í álvara og semja var um, at nú er bara at taka úrslitið til eftirtektar og at líta frameftir. Onkur vildi vera við, at nú er ikki at missa móti.
Skarar framúr
Í kanningini finna vit úrslitini í lærugreinunum: støddfrøði, alisfrøði og lesing. Onkur skúli hevði framúr góð skoðsmál í ávísari lærugrein. Eitt nú fekk Tofta Skúli 458 stig í støddfrøði og Argja Skúli 454 stig í somu lærugrein. Vestmanna Skúli fekk 436 stig í lesing. Ólavur Winther, skúlastjóri í Vestmanna segði millum annað, at tey brúka bókasavnið nógv og at bókavørðarnir gera eitt gott arbeiði á skúlanum.
- Sum heild hava vit góðar lærarar her á skúlanum, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu fleiri tímar til serligan tørv, so allir hesir góðu lærararnir sluppu til arbeiðis, sigur Ólavur Winther.
Hava annað mál
Viðvíkjandi úrslitinum av Pisakanningini vildi onkur stjóri vera við, at metingin av føroyska skúlanum sigur ov lítið, og hann vildi vera við, at Pisa-kanningin var sum at venja flogbólt, men at skula til kapping í kurvabólti.
--
Hetta eru stigini, sum skúlarnir fingu.
Kommunuskúlin: 423
Venjingarskúlin: 419
Tofta Skúli: 415
Argja Skúli: 415
Vestmanna: 415
Fuglafjarðar skúli: 407
Runavíkar skúli: 407
Felagsskúlin á Oyrabakka: í miðjuni
Eysturskúlin: í miðjuni
Vágs Skúli: í miðjuni
Klaksvík Skúlin á Ziskatrø: 387
Stranda Skúli: 387 (segði seg liggja 5. niðast)
Sørvágs Skúli: 370
Klaksvík Skúlin við Ósánna: vil ikki upplýsa
Sandoyar Meginskúli: Ikki at treffa
Tvøroyra Skúli: Ikki at treffa
Skúlin á Giljanesi: Ikki at treffa
Sambært útvarpinum var lægsta talið 337