Her er roknistykkið til dystin móti Malta

Nations League: Tað krevur eitt sindur av rokning undan seinasta dystinum, tú Føroyar kunnu tapa 2-3, men ikki 1-0

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Malta á Ta’Quali leikvøllinum Í Nations League kappingini. Føroyar liggja nummar eitt við 11 stigum og málúrtøkuni 8-4, meðan Malta hevur 8 stiga øðrum plássi við málúrtøkuni 7-5.

Tað er ikki heilt uttan eitt roknistykki, at fyrsta pláss verður avgeitt, um Malta vinnur dystin. Talan er um eina bólkafinalu, har Malta við 1-0 og 2-1 sigri endar ovast í bólkinum við eins nógvum stigum og sama málmuni sum Føroyar.

Her er tað innanhýsis dystirnir, sum eru avgerandi. Føroyar vann 3-2 á Tórsvølli, og tí er ein 1-0 ella 2-1 sigur nokk hjá Malta, sum tá hevur skotið fleiri mál enn Føroyar á útivølli í innanhýsis dystunum. Vinnur Malta við fleiri málum endar Malta ovast í bólkinum við eins nógvum stigum, men við betri málmuni.

Tað byrjar at blíva áhugavert, um Malta vinnur 3-2. So eru liðini jøvn í stigum, málmuni og innanhýsis málmuni. Tá verður tað tað liðið, sum hevur skotið flest mál á útivølli í bólkaspælinum, sum kemur víðari. Vinnur Malta 3-2 kemur Føroyar upp á fýra mál á útivølli, meðan Malta hevur trý. Tí hevði eina málið í 1-1 javnleikinum móti Lettlandi nógva at siga.

- Vit fara eftir dystinum á Malta og vilja skjóta mál. Skora vit tvær ferðir, so skulu teir hava fýra mál fyri at vinna bólkin, sigur Håkan Ericson, sum ljóðar til at bjóða til álopsfótbólt í kvøld.

Eydnast tað Føroyum at vinna bólkin, merkir tað uppflyting til deild C, har mótstøðan verður sterkari og pengarnir fleiri til komandi Nations League kapping.