Her eru fólkatingsvalevnini hjá Støjberg

Nýggi flokkurin Danmarksdemokratarnir ger seg kláran til fólkatingsvalið

Danmarksdemokratarnir hevur ligið rættiliga trygt á einum fjórða plássi í teimum seinastu veljarakanningunum í Danmark. Hetta hóast politikkurin enn ikki er orðaður og eingi valevni hava verið – fyrrenn í dag.

 

Nú eru 30 fólkatingsvalevni kunngjørd, og Inger Støjberg heintar fleiri fyrrverandi limir frá bæði Danska Fólkaflokkinum og Vinstra.

 

13 við fortíð í Danska Fólkaflokkinum

 

11 við fortíð í Vinstra

 

1 við fortíð hjá teimum Konservativu

 

5 uttan fortíð í øðrum flokkum

 

Teir mest umtalaðu, ið eru uppstillaðir, eru Søren Espersen, Jens Henrik Thulesen Dahl og Hans Kristian Skibby, sum allir eru fyrrverandi limir í Danska Fólkaflokkinum.

 

Millum fyrrverandi Vinstra limir, er umframt flokkstovnarin Inger Støjberg, fleiri nú - ella fyrrverandi býráðspolitikkarar. Herímillum núverandi býráðslimurin hja Vinstra í Norðfyns Kommunu Nikolaj Vang. Vivi Altenburg, ið áður hevur roynt at blivið borgarstjóri fyri Vinstra í Ringkøbing-Skjern er eisini á listanum.

 

Tað skilst, at Inger Støjberg stillar upp í Norðurjyllandi, har Mette Frederiksen eisini stillar upp.

 

Kynsbýtið í Danmarksdemokratunum er: 17 menn og 13 kvinnur.

 

 

 

##med2##