Her eru úrmælingarnir í ár

Tey hava valt ársins stjørnuskot á ársins leikarar

Á gallaveitsluni fyri judo, borðtennis og badminton, nýtti Badmintonsambandið eisini høvi til at heiðra nakrar leikarar fyri teirra og úrslit í farna kappingarári. 

Johnny í Grótinum, formaður í BSF, handaði teimum fýra leikarunum blómur við eini heilsan frá Sune Gavnholdt, landsliðsvenjara, og Wong Fai Yin, hjálparvenjara, og tað eru teir báðir sum hava valt ársins leikara og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum: 

Christian Berg Petersen í Havnar Badmintonfelag er valdur sum ársins stjørnuskot hjá dreingjunum, tí hann hevur sýnt góðar leiðslueginleikar, góðan hugburð á vøllinum og ein flottan teknikk har hann hevur víst, at hann kann menna seg enn meir. 

Ranja Joensen í  Klaksvíkar Badmintonfelag er vald sum ársins stjørnuskot hjá gentunum, tí hon er ein gávuríkur ungur leikari við góðum úrslitum og tey hava álit á, at hon kann menna seg enn meiri. Hon tríðist øgiliga væl, tá hon spælir ímóti eldri og betri leikarum. 

Bjarnhild í Buð Justinussen í Klaksvíkar Badmintonfelag er vald sum ársins kvinnuligi leikari, tí hon hevur verið ótrúliga støðug alt kappingarárið, har hon hevur fingið væl burtur úr. Hon møtir eisini altíð til landsliðsvenjing, har hon er tilreiðar at menna og betra seg. 

Magnus Dal-Christiansen í Havnar Badmintonfelag, er valdur sum ársins manligi leikari, tí hann er dugir væl at læra frá sær, og samstundis er hann ein fyrimynd hjá øllum øðrum leikarum. Hann hevur Hevur spælt sera væl, og hann gevur seg altíð 100 prosent.

Teir fýra úrmælingarnir eru, frá vinstru: Ársins leikarar og stjørnuskot: Christian, Ranja, Bjarnhild og Magnus.