Í kvøld megnaði Ukraina at spæla javnleik 1-1 ímóti Slovenia á útivølli, og harvið vann Ukraina ein samlaðan 3-1 sigur í EM Play Off dystunum. Svøríki megnaði ein 2-2 javnleik ímóti Danmark, og ein samlaðan 4-3 sigur.
Her er eitt yvirlit yvir tey 24 londini, sum hava vunnið seg í EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi komandi summar. EM verður spælt millum 10. juni og 10. juli næsta ár :
* Frakland (vertstjóð)
* Ísland
* Kekkia
* Ongland
* Eysturríki
* Portugal
* Norðurírland
* Spania
* Sveits
* Italia
* Wales
* Belgia
* Albania
* Rumenia
* Týskland
* Póland
* Russland
* Slovakia
* Turkaland
* Kroatia
* Ungarn
* Írland
* Svøríki
* Ukraina