Her eru ætlanirnar hjá nýggja meirilutanum í Havn

Undir slagorðunum »Býráðið fyri borgaran« leggja nýggja samgongan í Tórshavnar býráð frá landi í morgun. Samgonguskjalið varð lagt fram á tíðindafundi í býráðssalinum í morgun.

“Býráðið fyri borgaran”

 

Samgonguskjal millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

1. januar 2021 – 31. desember 2024

Inngangur

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava gjørt samgongu við støði í hesum skjali.

Vit rópa samstarvið “Býráðið fyri borgaran”.

Vit vilja skapa fólkaræðisligan nærleika, so borgarar kenna seg hoyrd og vird, tá kommunan tekur avgerðir – politiskt og fyrisitingarliga – sum ávirka liviumstøður teirra og gerandisdagin.

Vit vilja samstarva opið og breitt við virðing fyri og áliti á hvønn annan, og við tí skapa gjøgnumskygni og rættartrygd fyri allar borgarar og býráðslimir.

Vit vilja við nýhugsan, samstarvi og skynsamum atliti at fólki, mentan og náttúru menna allar partar av kommununi.

Vit vilja landafrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni, so allir samfelagsbólkar, aldursbólkar, innfødd og tilflytarar, býur, bygdir og oyggjar skulu fáa lut í menningini. 

Vit vilja stýra skynsamiliga, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga, so framtíðar borgarar eisini fáa eina góða kommunu at liva í.

Og hóast vit siga Tórshavnar kommuna fyrst og fremst, taka vit atlit til heildina, tí ein sterkur høvuðsstaður merkir einar sterkar Føroyar, og øvut.

Sterkur kommunubúskapur

Fortreyt fyri allari menning og øllum veruligum, varandi framburði er ein sterkur kommunubúskapur, at vit brúka við skili og fara væl um ognir og umhvørvi. 

Vit vilja føra skynsaman fíggjarpolitikk, sum er fremjandi fyri virksemið í kommununi, og har peningurin í mest møguligan mun sleppur at arbeiða breitt í samfelagnum á sosialt burðardyggum grundarlagi.

Vit vilja taka avgerðir, sum eru fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardyggar, og sum skapa virðir fyri verandi og komandi ættarlið av borgarum.

Vit vilja fyrireika, stýra og eftirmeta rakstur og íløgur neyvt, og við tí tryggja innlit, gjøgnumskygni og eftirlit við øllum játtanum til rakstur og íløgur.

Vit vilja tryggja gott og støðugt gjaldføri og hava dygt eftirlit við, at fíggjarætlanin heldur í øllum pørtum av kommunalu umsitingini og stovnum. Vit vilja virka fyri so lágum skattatrýsti sum gjørligt, og at kommunan fíggjar sum mest av íløgunum sjálv. 

Gjøgnumskygd kommunufyrisiting

Vit vilja taka góðar politiskar avgerðir á opnum og gjøgnumskygdum grundarlagi, so umsitingin fær arbeitt virkið og effektivt og tryggjað rættartrygdina hjá øllum borgarum.

Vit vilja seta greiða kós og skapa góðar arbeiðsumstøður í kommunalu fyrisitingini, sum eru fremjandi fyri fakliga góðum úrslitum og sakligum samskifti við borgarar og vinnulív í kommununi. 

Vit vilja upplýsa og samstarva opið við borgarar og vinnulív. Hetta vilja vit gera við eini virknari heimasíðu, skjótum svartíðum, borgarafundum kring um í kommununi á hvørjum ári og við, at gáttin inn í kommununa er so lág, at øll kenna seg vælkomin.

Vit vilja skipa so fyri, at borgarar í mest møguligan mun kunnu avgreiða viðurskifti síni við kommununa sjálvvirkið, har tey eru, og tá tey hava stundir til tess. Samstundis vilja vit tryggja teimum, sum ikki megna ella ynskja tað, stuðul og hjálp frá starvsfólki í kommununi.

Okkara ætlanir á ymisku virkisøkjunum hjá kommununi eru hesar:

 

Vælferð og trivnaður

Vit vilja standa saman um vælferðina og trivnaðin í kommununi, vit vilja verja vælferðarsamfelagið og styrkja sosiala profilin, sum á fleiri økjum er viknaður seinastu árini. 

Bústaðir

Vit vilja hava eina kommunu fyri øll, har øll, uttan mun til aldur og fíggjarliga orku, trívast lið um lið.

Bústaðurin er miðdepilin hjá familjuni, savningarstaðurin fyri trivnaði og menning og maskinrúmið í familjulívinum. Tí vilja vit fjølbroyttar og bíligari bústaðir beinanvegin. 

Okkum tørvar ungdóms-, lestrar- og eldrabústaðir í kommununi, og vit fara beinanvegin undir at byggja leigu- og lutaíbúðir saman við Bústøðum. Vit ætla eisini at gera nýggj grundstykki í allari kommununi.

Málið hjá okkum er, at allar familjur og einstaklingar í kommununi skulu hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri – eisini ungar barnafamiljur, støk, lesandi, førleikaskerd, og tey sum stríðast við sosialum og fíggjarligum avbjóðingum.                                                                                                                                         

Dagstovnar, skúlar og ungdómshús

Børn og ung eru dýrabarasta tilfeingið í kommununi, og tí tað besta,  vit kunnu gera íløgur í. Bestu kor fyri barnafamiljurnar eru ein tryggur og mennandi gerandisdagur.

Tí vilja vit raðfesta stovnar og tilboð til børn og ung, har tørvurin er størst, og stytta um bíðilistarnar. Hendan raðfesting verður gjørd í allari kommununi, tí sum vit siga: Øll skulu hava lut í menningini. 

Vit fara at arbeiða fyri hægri normeringum á dagstovnunum og styrkja námsfrøðiliga arbeiðið. Vit fara at gera tað meira lokkandi at arbeiða á dagstovnaøkinum, so vit fáa fleiri yrkislærd at vera um børn okkara, so tey trívast og mennast.

Dagstovnaøkið skal eftirmetast, tillagast, og um neyðugt skulu broytingar gerast fyri, at vit røkka endamálinum hjá býráðssamgonguni at uppraðfesta dagstovnaøkið. Eftirmetingin skal eisini fevna um skipanina við eindarleiðslu og tilmeldingarskipanina Barn.

Vit vilja, at dagstovnarnir í kommununi verða fremstir í at brúka náttúru og rørslu sum berandi lið í námsfrøðiliga arbeiðinum. Tí vilja vit eisini framhaldandi hava minst ein útidagstovn í kommununi.

Vit vilja røkja og menna útiøki og spælipláss til børn – á dagstovnum, skúlum og í býarrúmunum.

Børn, sum hava serligar avbjóðingar, skulu fáa skjóta og fakliga dygga hjálp beinanvegin, og umstøðurnar at virka á serøkinum skulu verða betri. Vit vilja endurskoða sertilboð á dagstovnum og skúlum, og vit vilja, saman við Undivísingarstýrinum, virka fyri at seta á stovn serligt skipað serflokkatilboð á øllum størri skúlum í kommununi.  

Barnaverndartænastan skal hava góðar umstøður at virka í við fjølbroyttum, fakliga dyggum og  tíðarhóskandi tilboðum, har rættartrygd, tørvur og tænasta til borgaran eru fremst.

Fyribyrging og hjálp í góðari tíð ger mun, tí vilja vit bjóða eina nýggja, dygga familjuráðgeving, ið ikki er beinleiðis knýtt at  barnaverndar-tænastuni,  soleiðis at barnaverndarmál ikki nýtist verða stovnað, tá foreldur biðja um ráðgeving og vegleiðing.

Vit vilja raðfesta fyribyrgjandi arbeiðið gjøgnum SSP-samstarvið høgt, Og fara at leggja serligan dent á fyribyrgjandi arbeiði móti rúsevnamisnýtslu millum børn og ung.

Barnaverndarskipanin eigur at verða eftirmett skipanarliga, innihaldsliga og fyrisitingarliga við denti á bæði ráðgeving, fyribyrging og umsorgan. Tí fara vit at taka málið upp í Kommunufelagnum og við avvarðandi myndugleika hjá landinum.  

Vit vilja, at fólkaskúlarnir hava góðar karmar um tíðarhóskandi undirvísing. Tí fara vit, saman við Undirvísingarstýrinum, áhaldandi at dag-føra skúlar, undirvísingaramboð, -tilfar og førleikar hjá lærarum at møta framtíðar undirvísing.

Við fyrimynd í skipanini Litir í Leiki og í fótbóltskúlanum, fara vit at skipa eitt handaligt tilboð við denti á motorlæru við tí endamáli at røkka næmingunum, sum ikki hava bókligar lærugreinar, ítrótt ella tónleik sum fyrsta val. Hettar skal skipast í tøttum samstarvi við Undirvísingarstýrið og skúlar við hóskandi høli og útgerð. 

Eldraøkið

Vit virða tey eldru í kommununi, ið hava skapt vælferðarsamfelagið, sum vit tí nú kunnu byggja út.

Tí vilja vit geva aftur og raðfesta eldraøkið og tryggja, at øll eldri í kommununi hava møguleika fyri einum virknum og innihaldsríkum eldralívi, uttan mun til avbjóðingar. 

Flestu vilja vera heima sum longst, og tí fara vit at skapa betri umstøður í heimarøktini. Vit skulu ikki telja minuttir og skráseta hvørja rørslu í samveruni við okkara eldru.

Vit vilja raðfesta tilboðini um heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk, so okkara eldru borgarar kunnu varðveita likamligu og sálarligu førleikarnar sum longst. Hetta gera vit við at økja um møguleikar at venja, at vitja dagtilhald og frítíðartilboð við mennandi og sosialum innihaldi, og við at stuðla sjálvbodnum átøkum fyri eldri í kommununi.

Alt fleiri gerast dement. Vit vita í dag, at um vit lata fyribyrgjandi tiltøkini byrja tíðliga, kunnu vit tálma sjúkutilgongdini og økja um tíðina við góðari lívsgóðsku. Tí fara vit at raðfesta demensøkið.

Vit vilja stytta bíðilistarnar. Tí fara vit at dagføra verandi ellis- og røktarheim, bústovnar og sambýli og at byggja fleiri ellis- og røktarheimspláss um alla kommununa. 

Vit fara, saman við Bústøðum, at byggja eldraíbúðir til ymiskan tørv og soleiðis leingja um tíðina, har møguligt er at búgva í egnum heimi.    

Vit vilja eisini lætta um hjá teimum mongu starvsfólkunum í Heilsu- og umsorganar-tænastuni, sum hvønn dag gera eitt stórt og gott arbeiði – eisini tá onnur hava frí ella eru heima vegna hóttandi umstøður í sam-felagnum. Tí fara vit at hækka normeringarnar og styrkja røktarfakliga arbeiði. Vit fara at gera tað meira lokkandi at arbeiða á eldraøkinum, so vit fáa fleiri yrkislærd at vera um okkara eldru, fyri at tey kunnu trívast, og meira tíð verður til umsorgan og nærveru.  

Eldraøkið skal eftirmetast, tillagast, og um neyðugt skulu broytingar gerast fyri, at vit røkka endamálinum hjá býráðssamgonguni at uppraðfesta eldraøkið. Eftirmetingin skal eisini fevna um bygnað og innihald.

Vit fara saman við eldru borgarunum, Eldraráðnum, fakfólkum og avvarðandi at nýhugsa og menna dygdargóðar loysnir, sum eisini tryggja tørvin í framtíðar samfelagnum og leggja upp fyri broyttari fólkasamanseting.

Integratión

Tilflytarar eru ein mentanarlig gáva og eyka tilfeingi, sum kommunan fær. Tí fara vit at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so tey fella betur til, og so at betri samband verður millum fólk, uttan mun til, um vit hava fremmandan ella føroyskan uppruna. Vit vilja virka fyri, at tilflytarar fyrr kunnu taka virknan lut í samfelagslívinum.

Vit fara at menna undirvísingina í føroyskum máli og mentan á Kvøldskúlanum.

Mentan og list

Høvuðsstaðarkommunan hevði ikki verið so livandi og áhugaverd uttan tey nógvu listafólkini, sum búgva og virka her.

Virkið mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er fyrst og fremst ein íløga í samleikaskapandi grundarlagið í samfelagnum og fortreyt fyri trivnaði og menning. Íløgur í mentan og list eru tí íløgur í okkara egna hjartasláttur sum høvuðsstaður.

Vit vilja stuðla og menna ríka mentanarlívið í kommununi, og skapa betri umstøður fyri, at listafólk í kommununi kunnu virka. Hetta verður eitt nú gjørt við at betra um atgongdina til hóskandi høli at arbeiða og at sýna fram í, og at betra um møguleikarnar fyri at fáa fíggjarligan stuðul til listarligt arbeiði. 

Vit fara at gera betri karmar um mongu, sermerktu, søguríku og náttúruvøkru perlurnar í kommununi, so tær verða meira sjónligar og atkomuligar sum tilboð og møguleikar.  

Ítróttar- og frítíðarvirksemi

Kropsvenjing og rørsla hava stóran týdning fyri fólkaheilsu og trivnaði. Tí vilja vit stuðla øllum mennandi ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Vit vilja skapa góðar karmar til breiddar- og úrvalsítrótt, og náttúruøki til dvøl og spæl í allari kommununi. 

Vit fara at skapa umstøður, so vit aftur kunnu hava Oyggjaleikir og aðrar altjóða ítróttar-kappingar í Føroyum.

Vit fara at arbeiða fyri, at ein stórhøll kann byggjast í kommununi.

Vit fara at skapa eitt býarhús til børn og vaksin, sum skal hava innandura spælipláss, kaffistovu, listaframsýnigar, lestrarrúm, atgongd til heimsins miðlar og eitt meingi av bókum til allar aldursbólkar.

Vit fara at skapa tiltøk í rúsfríum umhvørvi fyri ung í allari kommununi.

Kvøldskúlin er ein sannur dýrgripur av tilboðum til borgarar í øllum aldri. Tí vilja vit tryggja kvøldskúlanum góðar umstøður, og framhaldandi menna bæði førleikagevandi og ítrivsfremjandi lærugreinar í hølum kring um í kommununi.

Vinna

Jú sterkari vinnulív, jú sterkari vælferð. Og jú sterkari vælferð, jú sterkari vinnulív

Vit fara á virkis- og handilsvitjan í allari kommununi, tí vit vilja saman við vinnuni skapa umstøður fyri áhaldandi vinnulívsmenning í øllum økjum í kommununi.   

Vit vilja skapa góðar og fjølbroyttar karmar fyri stórar og smáar vinnufyritøkur, handilslív og vinnuligar spírar, so vinnurekandi kunnu menna og vaksa um sítt virksemi.

Vit fara at gera fleiri vinnustykki til ymiskan tørv og í ymiskum støddum.

Vit fara at tryggja, at umsiting og stovnar í kommununi í mest møguligan mun brúka umhvørvisliga burðardyggar føroyskar loysnir og keypa føroyskar vørur og tænastur.

Ferðavinna hevur støðugt størri týdning fyri arbeiðspláss og inntøkur í kommununi.  Vit vilja í tøttum samstarvi við viðkomandi áhugabólkar skapa ferðavinnuni góðar karmar at virka undir, samstundis sum vit tryggja, at umhvørvi og mentan verða vird og vard, serliga í viðbreknu lokaløkjunum í kommununi.

Tórshavnar havn brynjar seg til leiklutin sum tilfeingisdepil í Norðurhøvum. Vit fara at virka fyri, at Tórshavnar havn, við støðu síni á gáttini millum Evropa og Arktis, fær lut í shippingvinnuni og fær umstøður at veita tryggar og dyggar tænastur, sum vinnuni tørvar.

Vit vilja gera eina skipan við borgarakorti til borgarar, sum nýta skattafíggjaðar tænastur hjá kommununi; soleiðis, at tey, sum ikki eru borgarar í Tórshavnar kommunu, kunnu gjalda fyri hesar tænastur.

Umhvørvi

Veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og útlátið í Føroyum veksur við uml. 10% um árið. Broytingar skulu til, tað skylda vit komandi ættarliðum.

Vit vilja ganga á odda og tora at ganga nýggjar, grønar leiðir, og vit vilja samstarva við virki og einstaklingar, sum hava síni serligu íkøst at geva í nýmenningini.

Allar viðkomandi avgerðir um virksemi í kommununi skulu taka støði í samtykta umhvørvispolitikkinum frá 2016, sum vit fara at eftirmeta í 2022.

Vit vilja seta framsøkin veðurlagsmál fyri 2030 og 2050.

Vit fara at halda áfram við at skifta ljóskeldur-nar í lyktapelum í allari kommununi til LED

Vit fara at styrkja eftirlitið við dálking og virka fyri minni dálkandi atburði í kommununi við munagóðum umhvørvisátøkum.

 Vit vilja ganga fremst innan grøna orku, ruskinnsavnan, nýnýtslu og endurnýtslu. Tí fara vit at styrkja umhvørvisdeildina við egnari umsiting.

Vit fara at gera eina langtíðarætlan, so allir bygningar hjá kommununi gerast orkuvinarligir og fara at nýta grønar orkuloysnir.

Burturkast er eitt virðismikið tilfeingi, ið skal verða í ringrásini so leingi til ber. Hettar gagnar umhvørvinum, búskapinum, minkar um útlát og tryggjar, at vit liva burðardyggari.

Vit vilja skapa karmar, sum eggja húsar-haldunum og vinnulívinum til at brúka minni, skilja betur og endurnýta meira, t.d. við at skipa smáar endurnýtslustøðir í býlingunum.

Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar.

Býarskipan og undirstøðukervi

Vit vilja tryggja øllum í kommununi somu møguleikar, men samstundis varðveita ymiskleikan og fjølbroytni.

Vit vilja byggja grønari og klókari, og vit vilja varðveita serstaka dámin í kommununi við grønum økjum og frílendum.

Vit vilja tryggja førleikaskerdum betri atkomuviðurskifti og inklusión í allari kommununi.

Byggi- og býarskipan

Vit fara at dagføra kommunuætlanina.

Vit vilja gjøgnumganga og dagføra allar byggisamtyktir, so tær verða  greiðari og lættari hjá borgarum at skilja og virka eftir.

Vit fara at taka upp aftur arbeiðið við miðbýarætlanini og gera fleiri átøk at økja um virksemið og trivnaðin í miðbýnum. Ætlanin fyri Vágsbotn skal eftirmetast, sølutorgið skal endurnýggjast og skipast betur til tørvin, og vit fara at skapa undirhús til menn og kvinnur.

Á Argjum vilja vit skapa betri umstøður fyri savnandi virksemi og trivnaði. Í Hoyvík vilja vit skapa eitt savnandi býarrúm við torgi við Hoyvíkar kirkju og gjøgnumføra ætlanina um náttúruøkið í Dalinum langa. 

Vit fara at gera varðveitingar- nýtslu- og menningarætlanir fyri støð, bygdir og oyggjar í kommununi við virðing fyri teirra sereyðkennum og serstøku mennigarmøgu-leikum.

Vit fara at dagføra og styrkja byggimálsviðgerð og byggieftirlit, so bíðitíðin hjá fólki eftir svari og neyðugum loyvum styttist, og samskiftið við kommununa gerst lættari.

Vit fara at gjøgnumganga allar ognir hjá kommununi og meta um, hvørjar kunnu seljast burturav t.d. til bústaðarendamál. 

Vit fara at endurskoða skipanina við bátaplássum og traðum, so tær hóska til ymiska tørvin, og tíðina vit líva í – eitt nú er vorðið meira vanligt, at fleiri eru um ein bát/trøð o.s.fr. Vit fara eisini at gera tað lættari hjá teimum, sum eiga og leiga traðir í Tórshavnar kommunu, at gagnnýta traðirnar við teimum møguleikum sum ein trøð kann geva.

Undirstøðukervi og ferðsla

Vit vilja økja viðlíkahaldsjáttanina til vegir og kloakkir

Vit vilja bøta um gongubreytir og gonguteigar, so fólk við rørslutarni, koyristólar og barnavognar sleppa betur fram.

Bussleiðin skal endurskoðast, so ferðasam-band og tænasta gerast betri og orkunýtslan grønari. Somuleiðis skal ferðasambandið til oyggjarnar í kommununi, í samráð við SSL, fáast á nøktandi støði.

Vit fara at gera betur skipað ferðslu- og parkeringsviðurskifti í miðbýnum og á lykla-støðum í kommununi 

Vit fara at skapa trygg atkomuviðurskifti við skúlar og dagstovnar.

Vit fara at gera tað smidligari og meira lokkandi at súkkla og brúka bussar – eisini hjá teimum mongu, sum ferðast til Havnar at arbeiða.

Vit vilja skjótast gjørligt fáa avtalu í lag við landið um innkomuvegin, við tunnli við Krákugjógv, til Havnina.

Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”.  Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit. Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gagns fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum.

 

Tórshavn,  tann 31. desember 2020

 

Heðin Mortensen               Annfinn Brekkstein

  

Tróndur Sigurðsson           Kristianna Winther Poulsen       Kári Johansen

  

Súna Mørk                         Bjørg Dam