Páskirnar nærkast í hvørjum og eru tey mong, sum leita sær í fjarskotin lond fyri at fáa nakað av hita hesar dagar.
Skalt tú uppum tey 20 hitastigini kanst tú leita tær til til dømis Costa del Sol, Cypern, Kanarisku oyggjarnar, Kreta, Madeira, Rhodos ella Turkaland. Hesi kendu feriustøð liggja um tey 20 hitastigini í apríl mánaði.
Ynskir tú at gerast enn heitari í apríl mánaði, er helst neyðugt at fara longri burtur.
Tey 28-32 hitastigini kanst tú finna í eitt nú Bali, Dominikansku Republikkini, Dubai, Egyptalandi, Florida, Malaysia, Maldivunum, Mauritius og Thailandi.
Fleiri føroyskar og norðurlendskar ferðaskrivstovur selja ferðir til hesi støð – eisini í apríl mánaði.
Tað er tó sjálvandi munur á, hvussu langar flogerðirnar eru. Meðan tað tekur áleið 5 tímar til úr Danmark til Egyptalands, kann tað taka upp í 16 tímar, um tú ætlar tær allan vegin til Bali.