Herálvur Joensen fimti

Vit ynskja okkara kæra starvsfelaga, Herálvi Joensen, hjartaliga til lukku við teim fimti árunum, nú hann fyllur runt hin 12. mars. Hóast hetta ikki er nakar høgur aldur, hevur Herálvur rokkið ikki so lítið á síni starvsleið higartil, og meira er óivað og lukkutíð í væntu.
Herálvur hevur nakrar eginleikar, sum gera, at ein lættliga fær álit á honum, og hann hevur eina vinsæla og óhátíðarliga medferð, sum vit hava stóra gleði av í gerandisdegnum. Hann er kendur fyri sín sakliga, skilagóða og siðiliga hátt at bera fram sjónarmið, ofta íblandað fyndugar viðmerkingar, ið vísa ein mann við góðum gávum og víðum útsýni.
Eftir at Uttanríkisráðið varð tikið av sum sjálvstøðugt stjórnarráð og lagt inn í Løgmansskrivstovuna, hevur Herálvur virkað sum leiðari av Uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni. Herálvur flutti heim aftur til Føroya á sumri 2011 úr Keypmannahavn, har ið hann tá hevði virkað sum sendimaður Føroya. Heimkomin gjørdist hann deildarstjóri fyri altjóðadeildina í táverandi Uttanríkisráðnum, men hann røkti enn, og røkir framvegis, uppgávuna sum sendimaður Føroya til Keypmannahavnar í einari skiftistíð við síðuna av leiðarastarvinum í Tinganesi.
Líta vit aftur á starvsleið Herálvs, so byrjaði hann, sum nýklaktur løgfrøðingur hjá Statens Luftsfartsvæsen og kom til Føroya miðskeiðis í nítiárunum at luttaka í tí týdningarmikla arbeiðinum at fyrireika eina føroyska oljulóggávu og oljufyrisiting, og fólk løgdu til merkis, at hann hevði eina hepna hond við hesum. Hann gjørdist fyrsti leiðarin í nýstovnaðu Oljufyrisitingini, og tá ið hon í 1999 gjørdist egið stjórnarráð, Oljumálaráðið, gjørdist hann aðalstjóri har. Í 2004 gjørdist Herálvur aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, har ið hann virkaði fram til 2006, tá ið hann gjørdist sendimaður Føroya til Keypmannahavnar. Herálvur var ógvuliga væl umtóktur sum aðalstjóri, bæði millum egin starvsfólk og millum fólk annars, ið høvdu eitthvørt starvsligt samband við hann tey árini.
At Herálvur hevur gott umdømi sum fakliga dugnaligur og ein álitismaður sum heild, sæst eisini við, at hann í 2009 varð valdur til formann í Stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Vit ynskja Herálvi hjartaliga til lukku við teim hálvthundrað og vóna, at hann fær nógv rík ár afturat, og at fleiri teirra verða nýtt í framhaldandi gevandi samstarvi við okkum her á Løgmansskrivstovuni.
------------
Heilsan Starvsfelagarnir