Her er nýggi skúlastjórin á Argjahamri

Hon skal loysa av Marjuna Holm, sum hevur verið skúlastjóri seinastu 20 árini.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri.

 

Hesum boðar Uttanríkis- og Mentamálaráðið frá í kvøld.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri. Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er 47 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og hevur tikið diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

 

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur trý tey síðstu skúlaárini verið í starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

 

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum forkvinna í mentanarnevndini. Marin Sigvaldsdóttir Bláberg hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri.

 

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri tann 1. august 2021.

 

Í vár segði Marjun Holm skúlastjórastarvið frá sær, sum hon hevur røkt síðani 2001.