Her stendur Teresa við línurulluna

- Tey ungu læra ógvuliga skjótt; tey eru kvik og ófør til hetta arbeiði, sigur skiparin á Fiskivarða, Fróði L. Ejdesgaard.

Mikudagin høvdu vit grein her á In.fo, har skiparin á línuskipinum Fiskivarða segði nøkur orð um ungu manningina, sum hann hevur havt við skipinum í summar, nú skúlarnir hava verið í summarfrí.

 

Fróði L. Ejdesgaard vísti á, at tá hann loysti afur, eftir at skúlarnir byrjaðu aftur mikudagin, verður hann elstur av manningini, føddur í 1971.

 

Hesar seinastu tveir túrarnar hevur hann havt 16 ára gomlu dóttir sína Teresu við, og haraftrat hevur ungi norðagøtudrongurin - Albert - eisini verið við Fiskivarða.

 

Tey byrjaðu bæði á studentaskúla mikumorgunin, eftir at Fiskivarði við fullari last var aftur av túri klokkan 05 henda morgunin.

 

Men, Teresa Ejdesgaard hevur ikki bara verið tveir ísfiskatúrar við Fiskivarða í summar. Hon hevur eisini verið tveir túrar við línuskipinum Havbúgvanum.

 

- Ungdómurin umborð hevur verið óførur. Hugurin hevur verið góður. Tey læra ógvuliga skjótt; eru kvik og ófør til hetta arbeiði, segði skiparin á Fiskivarða við In.fo.