Her verður nýggja moldgoymslan

- Um nøkur ár verður økið aftur í upprunaligum standi og ein náttúrligur partur av vakra lendinum á Eiðinum

- Arbeiðið at fyrireika moldgoymsluna er nú farið í gongd, og væntast arbeiðið at taka nakrar vikur.

 

Soleðis siga tey í Vágs kommunu.

 

- Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, verður klárt at taka ímóti avgrevstri og  avskurðum av trøðum, buskum og øðrum líknandi úr havanum.

 

Í Vági siga tey, at endamálið við moldgoymsluni er at savna og umsita slíkt tilfar á ein skipaðan hátt.

 

- Um nøkur ár verður økið aftur í upprunaligum standi og ein náttúrligur partur av vakra lendinum á Eiðinum, verður lagt aftrat.

 

##med2##