- Sirius Design & Integration AS skal menna sniðið til nýtt frystilínuskip til føroyska reiðaríið P/F Regn, sum er felag í Framherja-samtakinum. Skipið verður bygt á Stadyard í Raudeberg og skal eftir ætlan latast eigaranum á sumri 2028.
Soleiðis skriva fleiri norskir miðlar, eitt www.skipsrevyen.no
Sagt verður, at nýggja frystilínuskipið verður stívliga 50 metrar langt og fer at hava eina frystulast á 630 rúmmetrar. Skipið verður ment til effektivan rakstur og høga rávørugóðsku til fiskiskap í Norðuratlantshavi.
– Vit eru errin av, at P/F Regn og Framherja-samtakið valdu hesa verkætlanina. Saman við reiðarínum, skipasmiðju og veitarunum annars gleða vit okkum at menna eitt nútímans og vælvirkandi frystilínuskip.
Tað sigur Håvard Sætre, stjóri í Sirius Design & Integration AS.
- Nýggja línuskipið er ment í tøttum samstarvi millum reiðarí, skipasmiðju og veitarar, har serligt fokus er á skilagóðari handfaring av veiðini, góðum logistikki umborð og góðum loysnum til krevjandi rakstur.
– Vit hava havt eitt sera gott samstarv, bæði við reiðaríið og skipasmiðjuna í menningini av sniðgevingini. Endamálið hevur verið at menna eitt framtíðarrættað frystilínuskip, sum sameinir effektiva arbeiðsgongd, hevur orkusparandi rakstur og hevur góðar manningarumstøður.
Tað sigur Agnar Juvik, høvuðssniðgevi hjá Sirius Design & Integration AS.
- Hetta er ein týðandi nýbygningur fyri skipasmiðjuna og veitaravinnuna, og vit eru sera fegin um álitið, sum P/F Regn og Framherji-samtakið hava víst okkum við at lata hesa verkætlan til Stadyard, sigur Agnar Lyng, stjóri í Stadyard.
Fyri reiðaríið merkir sáttmálin eitt týðandi stig í framhaldandi menning av fiskiflotanum.
– Vit hava góðar royndir við bygging á norskum skipasmiðjum, og vit gleða okkum til samstarvið við Stadyard, Sirius Design og hini, sum eru við í verkætlanini. Okkara mál er at fáa eitt nútímans og vælvirkandi skip, sigur Anfinn Olsen í P/F Regn við www.skipsrevyen.no












