Vel ein sum situr inn­an fyri hurð­ar­nar og fær av­talur

– Man plagar at siga,at ein politikari ikki verður løntur eftir í, sum hann ger, men eftir tí sum hann lovar. Men vit eru so naiv, at vit satsa uppá at vera vald upp á tað, sum vit gera.

Soleiðis segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tá hann legði fram valskránna hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvali fyri fjølmiðlum í Javnaðarhúsinum.

– Vallyftið hjá okkum er, at føroyskt umboð ikki skal vera ein partapolitiskur boksari. Vit skulu arbeiða fyri allar føroyingar og ikki draga føroyska ósemjur niður til Danmarkar. Vit arbeiða saman við øllum, sum vit kunnu fáa úrslit saman við, segði hann.

– Og vit fara ongantíð at arbeiða ímóti eini føroyskari stjórn. Sjálvt um onnur enn vit sita í landsstýrinum, lovar Sjúrður Skaale.

– Og vit fara at røkja sessin fulla tíð, lovar Sjúrður Skaale.

– Velur tú okkum, so fært tú meira av hesum. Vit vísa til okkara royndir. Og tað at tú hevur royndir og kanst vísa til netverkið er ein fyrimunur, tá tú skalt arbeiða fyri føroysk áhugamál.

– Vit hava gott samstarv við maktflokkin yvir øllum í Danmark. Javnaðarflokkurin er og verður nógv nógv størsti flokkur í Danmark og kemur við næstan 100 prosent vissu aftur til maktina aftan á 24. mars.

– Um føroyingar velja eitt umboð, sum hevur tætt samstarv við danska Javnaðarflokkin, so fæst størri ávirkan.

 

##med2##

Sjúrður Skaale vísir millum annað á, at tað sjálvandi ber til at velja onkran, sum fer at knýta seg at onkrum flokki uttast á vinstraveingi.

– Tá fæst allar helst onkurt áhugavert akademiskt kjak burtur úr tí, men lítil ávirkan.

– Onkur kanska vil knýta seg at onkrum leysgangara, men tá verður eingin makt.

– Man kann eisini velja ein sum hevur dagliga atgongd til forsætisráðfrúuna og aðrar stjórnarlimir. Tá verða kanska ikki tær stóru diskussiónirnar og proklameringarnar. Men tað ávirkan, makt og úrslit fyri allar Føroyar.

 

##med3##

– Man kann velja onkran uttan fyri hurðarnar og markera og rópa.

– Ella man kann velja ein sum situr innan fyri hurðarnar við borðið og fær avtalur, sigur Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale nevnir eitt ítøkiligt dømi um, hvussu væl tað loysir seg at knýta seg at maktflokkinum í Danmark.

Rættarøkið er danskt, og tað hevur verið eitt ynski frá fleiri fólkum innan rættarskipanina, frá løgreglu, frá fangum og frá avvarðandi um at fáa eitt fongsul í Føroyum, so fangar sleppa undan at verða dupult revsaðir við at skulu til Danmarkar í fongsul.

– Í fyrstuni, tá eg tók hetta málið upp, varð griniið eftir mær. Tí talið av fangum er so lítið. Og so kanst tú spyrja. Hví byggja eitt bakarí í bygd við 10 fólkum, tað loysir seg ikki. Tey mugu finna seg i at koyra til grannabygdina. Føroyski fangar eru so fáir, at teir og teirra avvarðandi, mugu finna seg í, at teir skulu til Danmarkar at sita fongsulsrevsing og avvarðandi til Danmarkar at vitja.

– Eitt fongusl kostar nógv meira at reka í Føroyum, og soleiðis skal tað vera, tí at rættartrygdin skal vera í ordan, sigur Sjúrður Skaale.

– Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fann seg ikki í tí, okkara fangar skulu ikki revsast meira við at verða endir uttanlands. Teir skulu bara revsast fyri tann kriminaliteti, teir hava framt.

##med4##

Hann vísti síðani á, at eftir óteljanid talur og greinar og fundir ivð løgmálaráðharra og forsætisráðfrú frá 2019 til 2022, so vórðu pengar ikki settir av. 

– Tá valskeiðið endaði skrivaði eg eitt bræv til løgmálaráðharran, Mathias Tesfaye, har eg legði trýst á. Eg greiddi honum frá, at treytin hjá mær fyri at stuðla danska Javnaðarflokkinum eftir valið, um eg varð avgerandi atkvøðan, so var tað eitt krav at gongd skuldi komast á málið um fongsul í Føroyum.

– Og eg gjørdist avgerandi atkvøðan.

Ráðharrin greiddi Sjúrði Skaale frá, at hann hevði verið ein »pane in the ass« í hesum máli - men pengarnir vórðu settir av.

– Danski Javnaðarflokkurin vann valdið í Danmark við avgerandi atkvøðu úr Føroyum. Og tað er bara tí, at tað kom eit fongsul í Føroyum. Og bara tí. Annars hevði tað ikki komið, sigur Sjúrður Skaale.

Fólkatingsmaðurin nevndi eisini sokallaðu tjóðarsemjuna millum fimm flokkar á tingi um framtíðar støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Hann segði, at tað er ræðulig stórur fyrimunur fyri føroysku skipanina, at vit hava ein persón inni í systeminum í Danmark, sum umboðar føroysku áhugamálini, tí tá fæst nógv meira burturúr.

##med5##

– Og vit vóna eisini, at tey mongu fólk í fyritøkum sum vit hava havt samstarv við, tey mongu feløgini vit hava havt samband við, bæði innan mentanarlív og allir teir mongu einstaklingarnar, vit hava havt samabnd við, at tey hava tað í huga og takka fyri samstarvið og vilja hava hetta at halda fram.