KÍ vann í gjárkvøldið klassikaran móti HB.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 2007 at KÍ vinnur ein dyst, tá Summarfestivalurin hevur verið á skránni.
Við sigrinum hevur KÍ av álvara skapt spenning um fjórða plássið, sum altso er seinasta plássið í Effo-deildini, sum gevur europeiska luttøku. Munurin hjá KÍ upp til HB er nú einans tvey stig.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum í gjárkvøldið, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.