Her vinnur KÍ á TB

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum í Klaksvík í dag

KÍ vann seg í dag tvey pláss upp eftir stigatalvuni, tá teir á heimavølli vunnu 1-0 móti TB.

 

Einsamalla málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, tá Heðin Klakstein bleiv sendur avstað móti TB málverjanum, Ivan Stojkovic. Heðin Klakstein trekti framvið TB málverjanum, og legði bóltin í málið.

 

Í seinna hálvleiki hevði KÍ nógvar møguleikar fyri at økja um leiðsluna, men tað gjørdist bert til tað eina málið hjá KÍ í dag.

 

Í klippinum omanfyri, ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum í Klaksvík í dag.

 

KÍ – TB 1-0 (1-0)

1-0 Heðin Klakstein, 28.