Her vitja tey kongaligu

Stórt arbeiði er lagt í at fyrireika hesa kongaligu vitjanina. Serliga nógv er gjørt burtur úr, tí serstøk er løgd fyri drotningahjúnini og ein serstøk skrá fyri knúnprinsahjúnini.

Endaliga skráin fyri vitjanina er nú løgd. Og niðanfyri prenta vit skránna, sum vísir hvar drotninga- og krúnprinsahjúnini verða dag fyri dag.

Mánadag ? fyrrapart:
Havn: Kongaskipið ?Dannebrog? kemur á Havnina kl. 9 mánamorgunin. Jóannes Eidesgaard tekur ímóti drotninga- og krúnprinsahjúnunum á Bursatanga.
Havnar Hornorkestur spælir og Brandur Enni syngur.
Fyrrapartin vitja drotninga- og krúnprinsahjúnini Landsstýrið í Tinganesi, og seinni Løgtingið.
Tórshavnar Býráð tekur ímóti drotninga- og krúnprinsahjúnunum við standmyndina í Vágsbotni og hugt verður at sluppuni Westward Ho. Síðani er Tórshavnar Býráð vertur við ein morgunmat í Müllers Pakkhús.
Krúnprinsahjúnini vitja Margarinfabrikkina.
Handað verða heiðursmerki umborð á kongaskipinum ?Dannebrog?.

Mánadag - seinnapart
Havn: Seinnapartin vitja drotningahjúnini Landssjúkrahúsið og nýggja ellis- og røktarheimið Tjarnargarður.
Síðani verður vitjað á Fornminnissavninum og drotningahjúnini leggja grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju. At enda verður vitjað hús William Heinesens.
Seinnapartin vitja krúnprinsahjúnini Dagstovnin á Hamrinum, Listasavn Føroya og Færøernes Kommando í Mjørkadali.
Um kvøldið er løgmaður vertur við ein døgurða í Norðurlandahúsinum. Konsert verður við Eivør Pállsdóttir og Deja Vu, mótasýning v. Guðrun og Guðrun, eins og Borgný D. Patursson.
Annars hevur Tórshavnar Býráð eina lýsing í blaðnum í dag, har meiri nágreiniligt er sagt frá vitjanini í høvuðsstaðnum.

Týsdag - fyrrapart
Sandur: Kongaskipið kemur á Sand.
Páll á Reynatúgvu, borgarstóri við fylgi tekur ímóti drotninga- og krúnprinsahjúnunum. Vitjað verður í kirkjuni og bygdarráðshølunum.

Týsdagin seinnapart
Vágur og Trongisvágur: Kongaskipið ?Dannebrog? kemur á Vág.
Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður Ruth Smith savnið, sluppina Jóhonnu og Ullvirkið Sirri.
Morgunmatur verður á Hotel Bakkin.
Seinnapartin koma drotninga- og krúnprinsahjúnini til Trongisvágs, har Kristin Michelsen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður í Gallerí Oyggin, fyrrverandi Kongaliga Einahandilin og Suðuroyar Sjúkrahús/Ellis og Røktarheim.
Um kvøldið er døgurði í Ítróttarhøllini í Trongisvági.

Mikudag - fyrrapart
Klaksvík og Viðareiði: Kongaskipið ?Dannebrog? kemur á Klaksvík. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri tekur ímóti. Drotningahjúnini vitja Sambýlið á Heygnum, Norðoyatunnilin og Christianskirkjuna.
Krúnprinsahjúnini vitja á Viðareiði har Árni Absalonsen borgarstjóri tekur ímóti.
Í býráðshølunum í Klaksvík hitta krúnprinsahjúnini australiarar, sum eru búsettir í Føroyum.
Morgunmatur verður í Skálanum í Klaksvík.

Mikudag - seinnapart
Fuglafjørður, Leirvík, Elduvík og Gjógv: ?Brimil? kemur inn á Fuglafjørð við drotninga- og krúnprinsahjúnunum. Sigurd Simonsen, borgarstjóri tekur ímóti.
Koyrt verður til Leirvíkar, har Dánjal Andreasen, borgarstjóri tekur ímóti. Vitjað verður á Bátasavninum og útgrevsturin Toftanes.
Seinni seinnapartin vitja drotningahjúnini í Elduvík, har Rodmundur Nielsen borgarstjóri tekur ímóti. Rúni Brattaberg operasangari syngur.
Krúnprinsahjúnini vitja norðuri við Gjógv, har Heðin Zachariasen borgarstjóri tekur ímóti.

Hósdag - fyrrapart
Sørvágur, Gásadalur, Sandavágur, Mykines og Miðvágur: Kongaskipið kemur á Sørvág. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri við fylgi tekur ímóti.
Drotninga- og krúnprinsahjúnini vitja í Gásadali, har frú Adela Jacobsen tekur ímóti.
Drotningahjúnini vitja í Sandavági, har Rósa Samuelsen, borgarstjóri tekur ímóti.
Vitjað verður í barnagarðinum ?Sóljugarður?.
Fyrrapartin vitja krúnprinsahjúnini í Mykinesi. Oskar Joensen tekur ímóti.
Drotninga- og krúnprinsahjúnini koma til Miðvágs, har Napoleon Magnussen tekur ímóti.
Morgunmatur verður í Miðvágs skúla.

Hósdag - seinnapart
Vágar og Danmark: Seinnapartin hósdagin verður tíðindafundur á Hotel Vágum.
Fráferð við flogfari til Damarkar.