Herborg á odda í NM

Herborg Hansen úr Klaksvík hevur fingið eina flúgvandi byrjan í NM í talvi fyri gentur, sum verður telvað í Danmark um vikuskifti. Eftir tveir sigrar í innleiðandi umførunum var oddabrak seinnapartin, har Herborg við hvíta fólkinum fekk javnleik ímóti Ellen Øen Carlsen úr Noregi, systir navnframa GM Magnus Carlsen, sum er í heimselituni innan telving. Herborg Hansen hevur sostatt 2½ stig eftir at 3. umfør eru telvað. Spennandi endabrestur verður sunnudagin, tá ið tvey tey seinastu umførini í NM-kappingini verða telvað.

 

Umframt 17 ára gomlu Herborg Hansen, sum luttekur í U20-bólkinum, luttekur somuleiðis 12 ára gamla Sára Traber Olsen úr Tórshavn í U13-bólkinum. Báðar hava tær verið Danmarksmeistarar í sínum aldursbólki í ávikavíst 2006 og 2007.

Sára hevur 1 stig higartil í kappingini.